Sosialurin vann á Dimmu

Bæði taparar og vinnarar í spurnarkappingini í útvarpinum mikudagin sleppa víðari í kappingini

Mikudagin kappaðust Sosialurin og Dimmalætting í spurnarkappingini í seinnapartssendingini hjá Útvarpi Føroya, Barometrinum. Kappingin var sera jøvn, og svaraðu bæði bløðini rætt upp á allar seks spurningarnar.
Fyri at fáa eina avgerð, var settur eykaspurningur. Liðini fingu bæði at vita, at tann, ið var tættast rætta svarinum, vann kappingin.
Og so kom spurningurin: »Hvussu nógvir tannlæknar eru í Føroyum«. Svarið varð tikið úr Árbókini hjá Hagstovu Føroya, varð upplýst frammanundan.
Dimma, sum skuldi svara fyrst, segði, at teir vóru 27 í tali, Sosialurin, sum svaraði næst, segði 28.
Men rætta talið var 26, segði verturin í Barometrinum, og vann Dimmalætting síðan tepurt á Sosialinum, og kundu blaðstjórin og starvsfólk hansara fegnast um at verða við í kappingini um høvuðsvinningin.
Tað vísti seg kortini, at hetta ikki varð rætt. Fleiri gjørdu Sosialin varugan við, at rætta talið á tannlæknum í Føroyum er 38,5, og at Sosialurin tí var rætti vinnarin.
Sambært Árbókini eru 18 privatir tannlæknar, 8 barnatannlæknar og 12,5 sum bæði eru privatir og barnatannlæknar. Tilsamans eru 38,5 tannlæknar í Føroyum.
Úrslitið av øllum hesum gjørdist, at Sosialurin kortini vann á Dimmu, men av tí at Dimma í fyrsta umfari varð kosin vinnari, sleppur hon eisini víðari í kappingini.