Størsta fýrverk í landinum

Nýggjársaftan fara tvøramenn at skjóta tað, sum teir siga verður størsta fýrverk í landinum í ár

Nýggjárshald

Seinastu árini hevur Tvøroyri ment seg til at verða nýggjársbygd burturav. Og í ár ætla teir sær veruliga at liva upp til heitið at vera Føroya fremsta nýggjársbygd.
Tað eru eini 10 ár síðani, at tvøramenn tóku seg saman at skipa fyri einum veruligum bygdartiltaki nýggjáraftan og síðani er tað bara vaksið og vaksið. Og tað, teir fara at skjóta í ár, halda teir uppá, er størsta fýrverk í landinum.
Eini fýra kubikk av fýrverki verða skotin upp í loft á midnátt nýggjarsaftan og tað er meiri enn teir nakrantíð hava havt fyrr og tað er meiri enn nakar annar í Føroyum hevur,- siga fyrireikararnir.
Ein av oddamonnunum í gamlaársnevndini á Tvøroyri, Oddur Dimon, sigur, at tað, teir hava keypt, er einans dygdarfýrverk og sjálvur hevur hann nakrar ferðir verið uttanlands á skeiði í at skjóta fýrverk.
Sum nakað serligt, hava teir eisini eitt ljósskelti, har tað stendur ?Tvøroyri 2003 í ymsum litum.
Nýggjárshaldið á Tvøroyri byrjar í ?Oldurdalinum? klokkan 23.45, tá ið skrúðgonga verður út í ítróttarhøllina, har stórt bál og fýrverk verður.
Aftaná verður farið innandura í ítróttarhøllina, har smurt breyð, sjampanja og sodavatn verður at fáa ókeypis.
Aftaná fer so ?Ein Blanding? at spæla til dans, men dansurin kostar 120 krónur.