Løgtingið skal standa sína roynd

Í dag, hósdagin 10. apríl, skal myndugleikin hjá løgtinginum standa sína roynd. Tá kemur uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um avtøku av hernarðarligu revsi- og rættargangslógunum til fyrstu viðgerð

Nú skal løgtingið taka støðu til, um tað góðtekur, at lógir vera settar í gildi í Føroyum ímóti viljanum hjá løgtinginumð.
Javnaðarflokkurin fekk týsdagin tær neyðugu undirskriftirnar til vega, so uppskotið at avtaka hernaðarlógirnar, sum stjórnin av sínum eintingum hevur sett í gildi fyri Føroyar, kundi vera lagt fram. 20 tingmenn hava skrivað undir.
Allir flokkar uttan Sambandsflokkurin hava lagt uppskotið fram, men limir úr Sambandsflokkinum hava kortini skrivað undir, at víkt verður frá tíðarfreistini, so uppskotið kann fáa viðgerð.
Uppskotið er lagt fram, tí danska stjórnin setti eina røð av lógum og kunngerðum í gildi í Føroyum ímóti vilja løgtingsins.
? Hetta er sera álvarsamt, sigur Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum, sum hevur tikið stig til uppskotið.
? Fyri at forða fyri, at hetta mál í 55 ára gomlu søgu heimastýrisins skapar fordømi fyri, at hetta verður vanlig mannagongd frameftir, verður mælt til, at hesar lógir verða tiknar av í stundini. Hervið verður staðfesta tað, sum higartil hevur verið galdandi siðvenja í Føroyum, at eingin ríkislóg fær gildi, uttan at tingið samtykkir tað, sigur Kristian Magnussen í viðmerking til uppskotið.
Roknasat kann við, at uppskotið fær breiða undirtøku, tí tað er sjálvur myndugleikin hjá løgtinginum, sum stendur upp á spæl.