Free Føroyar á flaggdegnum

Flaggdagur, FREE FØROYAR, vár og Roskilde dámur á Vaglinum í Havn.

TÍÐINDASKRIV

Eftir vanliga flaggdagshaldið hósdagin 25. Apríl, skipar Unga Tjóðveldi fyri stórari FREE FØROYAR konsert á Vaglinum í Havn, har nakrir av fremstu bólkunum í landinum fara at vísa sín stuðul til at Føroyar verða skipaðar sum fræls tjóð, á jøvnum føti við allar aðrar. Og at okkara tjóð og okkara merki kann verða viðurkent fyri altjóða samfelagnum í Sameindu Tjóðum, soleiðis at okkara merki kann veitra frítt saman merkjunum hjá øllum heimsins frælsu tjóðum.
Millum luttakandi bólkarnar eru m.a. Clickhaze, sum í summar eitt nú fara út at umboða Føroyar á stóra Roskilde Festivalinum. Unga Tjóðveldi fer umframt at hátíðarhalda Merkið at gera vart við, at tað várar í Føroyum. Tað grør um gangandi fót.
Tónleikabólkarnir, sum vera við, eru hesir:

CLICKHAZE
200
SIDE EFFECT
FLUX
HVØRVISJÓN

Umframt tónleik vera eisini styttri røður á skránni. T.d. verður skiparin, reiðarin, hugsjónar- og fólkatingsmaðurin av Glyvrum, Torbjørn Jacobsen umboðaður bæði sum røðari og sum tónleikari saman við Sámali Ravnsfjall í bólkinum Hvørvisjón. Eisini verða aðrir loysingarhugaðir røðarar á pallinum ímillum at bólkarnar spæla.
Frásøgumaður verður Tróndur Vatnhamar.
FREE FØROYAR tiltakið er ókeypis, og verður beint eftir at vanliga Flaggdagshaldið, ið byrjar Kl. 15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin, sambands og loysingarhugað, ung sum gomul.