Palin fer ikki at royna at gerast forsetavalevni hjá teimum amerikonsku republikanarunum næsta ár. Tað skrivar hon í einum brævi til sínar stuðlar. Tað hevur ligið á ljóði, at hon ætlaði sær ikki at stilla [...] stilla upp, men hetta er fyrstu ferð, at hon alment boðar frá tí. Hon fer heldur at brúka meiri tíð til familjuna, skrivar hon. Hon leggur afturat, at hon fer eisini at brúka orku til at hjálpa øðrum valevnum [...] valevnum. Sarah Palin, sum er 47 ára gomul, er væl umtókt í teirri sokallaðu Tea Party-rørsluni, sum er ein serliga konservativ grein av tí republikanska flokkinum.
Fólkaskúlanæmingar skulu ikki bara læra at lesa og rokna, men eisini at vera góðir demokratiskir borgarar, og í Klaksvík nýtti ein 9. flokkur fólkatingsvalið til ein øðrvísi undirvísingtíma Saman við læraranum [...] so tað er nokk eingin grund at sita handan afturlatnar skúladyr ein slíkan dag. Men um onkur lærari gloymdi at nýta hetta høvið, ber sjálvandi til at seta kross við 19. Januar, tá evsta mark er fyri lø [...] vitjaðu tey valhølini í Klaksvík, har lærarin, Emil Jacobsen, greiddi frá hvat stendur á valkortinum, hvussu valhølið sær út, og hvussu valið fer fram. Tað er ikki á hvørjum degi, at fólkatingsval er, so
Tað er ein góð kensla, at Sandoyartunnilin nú er ein veruleiki, sigur Elisabeth Myllhamar í Skálavík. Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna? - Tunnilin fer at hava stóran týdning [...] nú verður? - Ja, tá tey ungu fara í býin, veitst tú ikki, hvar tey eru. Elisabeth Myllhamar heldur, at hetta eisini verður ein spennandi tíð fyri tey ungu. Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum [...] Teistanum um Skopunarfjørð? - Nei, tað fari eg avgjørt ikki, leggur hon aftrat.
kommunistiska skipan við støði í lutvísum marknaðarbúskapi. Henda reseptin hevur leitt Kina fram í fremstu røð. Hví skuldi hetta ikki eydnast fyri grannan? Vit fara tí at síggja, at ídnaðarframleiðsla flytir [...] láglønarland, og tí fer at draga til sín útlendskar fyritøkur. Stóri spurningurin um mannarættindini í norðurkoreanska diktaturinum verður ikki tikin uppá tungu í avtaluni. Alt bendir á, at USA hevur slept øllum [...] marknaðir, sum í dag eru stongdir fyri Norðurkorea. Hetta avbyrgda og á mangan hátt tilafturskomna land sleppur uppí heimssamfelagið, og er hetta síðsta helst tann vinningur, ið sum frálíður, fer at hava mesta
um tann støðan skuldi komið í, er ringt at siga. Størsta varsemi Av tí, at hetta ikki hevur verið so stórur trupuleiki í Havn, hevur forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki hugsað so nógv um spurningin [...] Ùtlendsk arbeiðsmegi Í Havnini hava tey ikki so stórar trupuleikar av útlendskari arbeiðsmegi, sum tey siga, at tey hava aðrastaðni í landinum. Í hvussu so er ikki arbeiðskvinnurnar í Havn. Vígdis Johannesen [...] forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sigur, at tey hava ikki merkt nakað til, at útlendingar hava tikið arbeiði frá føroyskum arbeiðarum. Tó sigur hon, at støðan kann saktans verða øðrvísi kring um í landinum
eru í svárari neyð og hetta ávirkar nú almennu kassarnar í ólukkumáta. Tjóðveldi ger vart við, at stundin er ikki til partapolitiskt skotgravastríð. Stundin er til at gera status, og at royna at finna [...] búskap, í ringasta føri eina kreppu, sum nú er við at taka seg upp. Vit kunnu nú endiliga staðfesta, at kreppan um síður verður tikin í størsta álvara. Allir flokkar eiga tí at arbeiða saman um at finna [...] Tað er synd at siga, at føroyskir myndugleikar vóru skjótir at reagera, tá fíggjarliga illveðrið brast á í USA. Vit uggaðu okkum við, at landið var skuldafrítt, oljuprísirinir á veg niðureftir. Búskapurin
við sær, at foreldur í vesturbýnum høvdu tikið hetta við í mentu, tá tey skrivaðu børn síni inn í 1. flokk. So høvdu tey vitað, at um eg skrivi míni børn inn í Sankta Frans skúla, so enda tey í framhal [...] ðurin í kommununi. Foreldur, sum hava skrivað børn síni inn í Sankta Frans skúla, hava vitað, at tey fara at varðveita børnini í nærumhvørvinum øll árini, tí tey skuldu út í framhaldsdeildina í Skúlanum [...] bleiv ikki. Næmingarnir í Sankta Frans skúla skuldi út í Skúlan á Fløtum, sum tá var undir gerð. Tí hann varð bygdur til teirra, segði hon. Støðan tá var, at børnini í framhaldsdeildini í skúlanum á Fløtum
Í Føroyum er ikki vanligt, at Palleba keypir og selir partabrøv, men tað er vanligari í teimum londum, vit plaga at samanbera okkum við. Uppskot var frammi herfyri, um at skattafrádráttur skuldi latast [...] keyptu partabrøv í teimum almennu partabrøvum. Hetta er so ein máti at stimbra um partaeigaramentanina. Men er hetta rætti mátin at gera tað uppá, spyr Fólkaflokkurin, sum hevur sett hetta evnið á skránna [...] á almennum fundi í Havn mikukvøldið. Fyrireikararnir spyrja eisini, um tað gagnar samfelagnum, at Palleba keypir og selir partabrøv? Verða tað ikki bara tey ríku sum verða ríkari? Í pallborðum verða
oftast annað vikuskifti í mánaðinum, at Mastercard er sett út av funktión í tímavís. - Hetta er ein trupulleiki, ið vit bert hava í Føroyum. Eg havi veri í samband við hýruvignsstøðir í Danmark, og har siga [...] endaði við, at flestu hýruvognsførarar góvust við at koyra. Sjálvur steðgaði, tá eg hevði koyrt átta túrar uttan at fáa pening aftur fyri, sigur Siggvard Joensen, stjóri í bilstøðini Auto. Hetta gongur eisini [...] tann hátt, at uppdateringin verður flutt frá sunnunátt til mánanátt, sigur Johnny í Grótinum frá BankNordik. Hann ásannar, at tað eru nógv, sum brúka Mastercard, og at tað tí er ein trupulleiki í býarlívinum
ng í hesum skipabólki. - Men, hetta hevur ikki havt positiva ávirka á raksturin enn. Tað er tó ov tíðliga at gera endaliga niðurstøðu um, hvørja ávirkan hetta kemur at hava. Lagt verður aftrat, at orsaka [...] lemmatrolarum hava ikki verið nøktandi árini 2008 til 2012. Øll árini hava givið hall, og í 2008 og 2009 var ebidta eisini negativ. Síðan 2010 eru skip í hesum bólkinum farin at partrola. - Hetta hevur bøtt um [...] raksturin, men tó ikki nóg mikið til at gera raksturin nøktandi. Grannskoðaravirkið Januar, sum enn einaferð hevur greinað gongdina hjá fiskiskipaflotanum, vísir á, at í 2012 eru íløgur gjørdar í frystiskip/frysting