Men nú er so við tógvið stríð komið á mál, og avtalan varð undirskrivað í vikuni. Avtalan merkir, at Norðurkorea sleppur sínum kjarnorkuvápnaætlanum, oyðileggur øll síni kjarnorkuvápn, steingir ein kjarnorkurekator og lovar at binda frið við sínar grannar. Hvat fær Norðurkorea so afturfyri at broyta sína harðligu og hóttandi kós? Landið fær snøgt sagt alt tað, sum mestur tørvur er á í løtuni, nevniliga mat, olju, heilivág, tøkni, know how og ikki minst atgongd til allar teir marknaðir, sum í dag eru stongdir fyri Norðurkorea. Hetta avbyrgda og á mangan hátt tilafturskomna land sleppur uppí heimssamfelagið, og er hetta síðsta helst tann vinningur, ið sum frálíður, fer at hava mesta týdningin fyri illa fyrikomna landið, har hungursneyð og alskyns trot eru gerandiskostur.
Ein spurningur er nú, hvørja politiska kós Norðurkorea fer at halda. Nógv bendir á, at Kina verður fyrimyndin. Hetta merkir, at Norðurkorea fer undir eina djúptøkna liberalsiering av búskapinum undir strongum eftirliti ella við øðrum orðum verður talan um eina kommunistiska skipan við støði í lutvísum marknaðarbúskapi. Henda reseptin hevur leitt Kina fram í fremstu røð. Hví skuldi hetta ikki eydnast fyri grannan? Vit fara tí at síggja, at ídnaðarframleiðsla flytir til Norðurkorea, sum er eitt veruligt láglønarland, og tí fer at draga til sín útlendskar fyritøkur. Stóri spurningurin um mannarættindini í norðurkoreanska diktaturinum verður ikki tikin uppá tungu í avtaluni. Alt bendir á, at USA hevur slept øllum krøvum um betri mannarættindi fyri at fáa avtaluna uppá turt. Hetta er spell og eitt stórt vónbrot hjá øllum, sum hava áhuga fyri mannarættindum og fólkaræði.
Sosialurin