Palin fer ikki at stilla upp

Sarah Palin fer ikki at royna at gerast forsetavalevni hjá teimum amerikonsku republikanarunum næsta ár. Tað skrivar hon í einum brævi til sínar stuðlar.

Tað hevur ligið á ljóði, at hon ætlaði sær ikki at stilla upp, men hetta er fyrstu ferð, at hon alment boðar frá tí. Hon fer heldur at brúka meiri tíð til familjuna, skrivar hon. Hon leggur afturat, at hon fer eisini at brúka orku til at hjálpa øðrum valevnum.

Sarah Palin, sum er 47 ára gomul, er væl umtókt í teirri sokallaðu Tea Party-rørsluni, sum er ein serliga konservativ grein av tí republikanska flokkinum.