Síggja ikki úrslit av frysting

Enn hevur tað ikki havt positiva ávirkan á raksturin, at teir størru ísfiakatrolararnir eru farnir at frysta veiðina umborð.

 

Úrslitini hjá lemmatrolarum hava ikki verið nøktandi árini 2008 til 2012. Øll árini hava givið hall, og í 2008 og 2009 var ebidta eisini negativ. Síðan 2010 eru skip í hesum bólkinum farin at partrola.

 

- Hetta hevur bøtt um raksturin, men tó ikki nóg mikið til at gera raksturin nøktandi.

 

Grannskoðaravirkið Januar, sum enn einaferð hevur greinað gongdina hjá fiskiskipaflotanum, vísir á, at í 2012 eru íløgur gjørdar í frystiskip/frysting í hesum skipabólki.

 

- Men, hetta hevur ikki havt positiva ávirka á raksturin enn. Tað er tó ov tíðliga at gera endaliga niðurstøðu um, hvørja ávirkan hetta kemur at hava.

 

Lagt verður aftrat, at orsaka av vánaliga rakstrinum er fíggjarstøðan hjá hesum partinum av flotanum vánalig við árslok 2012.

 

- Galdførið hevur verið fallandi og er ikki nøktandi við árslok 2012, eins og soliditeturin heldur ikki hevur verið nøktandi.

 

Grannskoðaravirkið Januar vísir á, at vánaligi upsafiskiskapurin í 2013 hevur ávirkað gongdina hjá partrolarum. Flestu av hesum skipum hava eins og undanfarin ár eisini luttikið í makrelfiskiskapi.

 

- Makrelfiskiskapurin hevur givið eitt ávíst íkast til raksturin. Hinvegin hevur framhaldandi høgi oljuprísurin tyngt um raksturin. Samanlagt verður úrslitið í 2013 neyvan betri enn í 2012, sigur Januar.

 

Myndin er tilvildarlig.