Leo Poulsen
Tað er so javnan, at Mastercard uppgraderar skipanina, og tað fer altíð fram sunnunátt út á sunnumorgun í einari fýra-fimm tímar. Og tað gongur út yvir eitt nú hýruvognar.
Bankarnir mæla teimum ungu til at nýta Mastercard, og tí gerst trupulleikin so stórur hjá hýruvognunum.
- Seinastu sunnunátt vóru Mastercardini sett út úr skipan ófráboðað, og tað endaði við, at flestu hýruvognsførarar góvust við at koyra. Sjálvur steðgaði, tá eg hevði koyrt átta túrar uttan at fáa pening aftur fyri, sigur Siggvard Joensen, stjóri í bilstøðini Auto.
Hetta gongur eisini út yvir náttarlívið í Havn.
- Vit hava gjørt vart við tað fleiri ferðir, men tað sýnist, sum bankarnir hava ikki nóg stóra orku at ávirka Mastercard. Og hetta er nakað, ið fer fram javnan, viðhvørt fráboðað og við hvørt ófráboðað, sigur Siggvard Joensen.
Tað er sum oftast annað vikuskifti í mánaðinum, at Mastercard er sett út av funktión í tímavís.
- Hetta er ein trupulleiki, ið vit bert hava í Føroyum. Eg havi veri í samband við hýruvignsstøðir í Danmark, og har siga teir seg ikki kenna til hendan trupulleikan, sigur Siggvard Joensen.
Sama er galdandi í skeinkistøðunum, munurin er bara tann, at har rindar tú við diskin, meðan hjá hýruvognsførarum verður ikki goldið, fyrr enn túrurin er av.
- Hetta er strævi at fáast við, tí tað gongur drúgv tíð, meðan roynt verður at fáa kortið at rigga, og tí missir tú aðrar túrar, so tað er ein ónd ringrás, sigur Siggvard Joensen.
Bankarnir eru greiðir yvir trupulleikan.
- Hetta er ikki nakað, ið bert rakar BankNordik, men allar føroysdkar peningastovnar. Vit eru gjørdir varugir við málið fyri nøkrum vikum síðani, og arbeitt verður við at loysa málið á tann hátt, at uppdateringin verður flutt frá sunnunátt til mánanátt, sigur Johnny í Grótinum frá BankNordik.
Hann ásannar, at tað eru nógv, sum brúka Mastercard, og at tað tí er ein trupulleiki í býarlívinum um vikuskiftið.
- Hetta hevur verið ein trupulleiki í longri tíð, men arbeitt verður sum nevnt at fáa flutt tað uppdateringina, sum fer fram einaferð um mánaðin, sigur Johnny í Grótinum.