Í Føroyum er ikki vanligt, at Palleba keypir og selir partabrøv, men tað er vanligari í teimum londum, vit plaga at samanbera okkum við. Uppskot var frammi herfyri, um at skattafrádráttur skuldi latast teimum, sum keyptu partabrøv í teimum almennu partabrøvum. Hetta er so ein máti at stimbra um partaeigaramentanina. Men er hetta rætti mátin at gera tað uppá, spyr Fólkaflokkurin, sum hevur sett hetta evnið á skránna á almennum fundi í Havn mikukvøldið.
Fyrireikararnir spyrja eisini, um tað gagnar samfelagnum, at Palleba keypir og selir partabrøv? Verða tað ikki bara tey ríku sum verða ríkari?
Í pallborðum verða umboð fyri bankaheimin, vinnuna og fólkaflokkin.