Ùtlendsk arbeiðsmegi
Í Havnini hava tey ikki so stórar trupuleikar av útlendskari arbeiðsmegi, sum tey siga, at tey hava aðrastaðni í landinum.
Í hvussu so er ikki arbeiðskvinnurnar í Havn.
Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sigur, at tey hava ikki merkt nakað til, at útlendingar hava tikið arbeiði frá føroyskum arbeiðarum.
Tó sigur hon, at støðan kann saktans verða øðrvísi kring um í landinum enn hon er í Havn, tí úti á bygdinum rúgvar tað nógv upp, tá ið nakrir útlendingar koma.
? Í áttatiárunum høvdu vit trupuleikar av útlendskari arbeiðsmegi. Men nú hava vit ikki merkt nakað til tað, ikki enn í hvussu so er.
Hon heldur, at tey fremmanda fólkini, sum eru í Havnar Arbeiðskvinnufelag, eru kvinnur, sum eru komin til Føroya at búgva, millum annað tí at tær hava funnið sær hjúnafelaga her.
? Vit hava altíð havt nakrar útlendingar á limalistanum, men tær eru ikki fleiri nú, enn tær hava verið í fleiri ár.
?Vit hava ikki havt tann trupuleikan, at føroyskir limir í Havnar Arbeiðskvinnufelag hava mist arbeiði, tí at útlendingar skuldu hava tað. Men, hvat vit gera, um tann støðan skuldi komið í, er ringt at siga.
Størsta varsemi
Av tí, at hetta ikki hevur verið so stórur trupuleiki í Havn, hevur forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki hugsað so nógv um spurningin.
Men hon heldur í hvussu so er, at spurningurin um útlendska arbeiðsmegi í Føroyum er eitt mál, sum skal viðgerast við størsta varsemi.
?Vit skulu ansa okkum, áðrenn vit nokta útlendingum til Føroya, tí tá ið á stendur her heima, vilja føroyingar fegnir sleppa uttanlands at arbeiða og tað má vera báðar vegir.
Og vit mugu eisini ansa eftir, at vit ikki verða so fíggindalig ímóti útlendingum, sum vit hava sæð, at høgrekreftir í øðrum londum eru blivin.
?Men er tað so, at føroyingar missa arbeiði til frama fyri útlendingum, er støðan sjálvsagt ein onnur.
Annars heldur hon, at spurningurin um útlendingar í Føroyum er eitt so eymt mál, at vit áttu at yvirtikið økið.
? So høvdu vit sjálvi alla ábyrgdina og so høvdu vit sjálvi fult tamarhald á, hvussu nógv og, hvør, kom til landið.
Og hon heldur eisini, at øll skulu vera líka fyri lógini.
Eitt nú hevur verið ført fram, at útlendsk ítróttarfólk hava serlig rættindi at fara úr arbeiði til veningar
Hetta dámar forkvinnuni í Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki.
? Summir útlendingar skulu ikki hava serlig rættindi at fara úr arbeiði til venjingar, um so er, at hetta ikki er ein rættur, sum føroysk arbeiðsfólk og aðrir útlendingar eisini hava. Øll skulu hava javnbjóðis rættindi, sigur Vígdis Johannesen.
Øll nevndin heldur fram
Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur annars havt aðalfund.
Og eftir aðalfundin er greitt, at øll nevndin heldur fram.
Vígdis Johannesen, forkvinna, stóð fyri vali, men onki annað uppskot um formann varð sett fram, so hon heldur fram uttan val.
Hinar, sum stóðu fyri vali, vóru Oda Dalfoss og Nina Dahl og tær vóru báðar afturvaldar.
Umframt Vígdis Johannesen sum formanni, hevur nevndin skipað seg við Odu Dalfoss sum næstformanni og Annie Benjaminsen sum skrivara.
Hinir nevndarlimirnir eru Nina Dahl og Annelisa Davidsen. Tiltakslimir eru Ethel Christiansen og Jónveig Arge. sum er nývald.