Tunnilin fer at hava stóran týdning fyri Sandoynna

- Ein vansi verður, at tá tey ungu fara í býin, veitst tú ikki, hvar tey eru, sigur Elisabeth Myllhamar

 

Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin er opin? 

- Tað er ein góð kensla, at Sandoyartunnilin nú er ein veruleiki, sigur Elisabeth Myllhamar í Skálavík.  

 

Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna?

- Tunnilin fer at hava stóran týdning, báðar vegir. 

Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum, sum nú verður? 

- Ja, tá tey ungu fara í býin, veitst tú ikki, hvar tey eru. 

Elisabeth Myllhamar heldur, at hetta eisini verður ein spennandi tíð fyri tey ungu.

Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð? 

- Nei, tað fari eg avgjørt ikki, leggur hon aftrat.