Orðaskifti í tøkum tíma

Oddagrein:

Tað er synd at siga, at føroyskir myndugleikar vóru skjótir at reagera, tá fíggjarliga illveðrið brast á í USA. Vit uggaðu okkum við, at landið var skuldafrítt, oljuprísirinir á veg niðureftir. Búskapurin var í hondunum á marknaðarkreftunum. Smyril Line var bert ein keðilig parentes, undantakið, sum skuldi prógva, at her skuldi ikki loftast. Um hetta grundsjónarmið tóktist í Føroyum vera breið politisk semja. Hetta alt, meðan stjórnir um allan heim loftaðu frá hond. Banka- og fíggjarkerkervi, skipasmiðjuídnaður, bilaídnaður, byggivinna og nógvar aðrar vinnur vórðu, um enn við ringum tannabiti, bjargaðar við almennum peningi. ES eggjaði sínum limalondum til at taka lagnu Europa úr hondunum á teimum áður so hálovaðu marknaðarkreftunum. Grundgevingin var sum heild tann sama: samfelagið toldi ikki, at alt vinnulívið fóru í skeljar við hóparbeiðsloysi í kjalarvørri. Ein slíkur endi fór at kosta ov mikið politiskt, sosialt, vinnuliga og menniskjansliga.

 

Seinastu tíðina er komið alt meira fram í ljós, at eisini hjá okkum eru fíggjarlig og búskaparlig ófrættatekin á luftini. Fiskivinnan er í álvarsomum trupulleikum, byggivinnan hevur mist ferðina, og peningastovnarnir eru vorðnir varnir. Vinnulív og privatfólk hava torført við at finna fígging, ALS brynjar seg – alt krepputekin. Hesa tíðina hava okkara politikkarar sum so mangan klandrast um stórt og smátt. Føroyar hava hetta seinasta hálva árið mint um eitt húski, sum klandrast um, hvørjum liti, ið húsini nú skulu málast við, alt meðan tað er við at koma eldur í húsini. Men í síðstu viku komu so langt um leingi løgmaður og aðrir á vøllin við útmeldingum, sum skuldu vissa okkum um, at landsstýrið er við at brynja seg til teir fíggjarligu og búskaparligu trupulleikar, ið alheims fíggjarkreppan kann elva til her hjá okkum.

 

Nú tykist eisini tíbetur av álvara at koma gongd á almenna orðaskiftið í Føroyum um alheimskreppuna. Í annaðkvøld skipar Tjóðveldi fyri áhugaverdum tjakfundi í Miðlahúsinum um, hvussu vit handfara fíggjar- og búskaparligu framtíðina. Fyriskiparin ger vart við, at tekin eru um, at vindarnir, sum blása í verøld, eru farnir at gera um seg á okkara leiðum. Fíggjarstovnarnir hava saðlað um frá eini offensivari til eina defensiva strategi, stórir partar av høvuðsvinnuni eru í svárari neyð og hetta ávirkar nú almennu kassarnar í ólukkumáta. Tjóðveldi ger vart við, at stundin er ikki til partapolitiskt skotgravastríð. Stundin er til at gera status, og at royna at finna frægastu farleiðina ígjøgnum ein væl lakari búskap, í ringasta føri eina kreppu, sum nú er við at taka seg upp.

 

Vit kunnu nú endiliga staðfesta, at kreppan um síður verður tikin í størsta álvara. Allir flokkar eiga tí at arbeiða saman um at finna skilabestu og virknastu loysnir, soleiðs at vit sleppa undan tí vanlagnu, sum longu hevur rakt fleiri smærri og størri lond í Europa. Vónandi kann ætlaði fundurin eggja flokkunum til samstarv um hetta álvarsmál.