okkara lið 4-0 og á útivølli gjørdist tað til 5-0. HB og B36 skulu spæla 21. og 22. juli, og bæði vóru drigin á útivølli. Eftir lutakastið í gjár vóru samráðingarnar millum feløgini í gongd, og hjá føroysku [...] fótbólti í ár. Og tað gjørdist eitt heitt lutakast. Ið hvussu er fyri B36 og GÍ, sum skulu suðureftir at spæla á hásumri, og fáa ein øðiligan hita at stríðast við, umframt yrkisspælarar úr Ísrael og Ungarn. Hjá [...] arnir vilja gjarna spæla á útivølli fyrst, tí teir eru av landinum á venjingarlegu beint undan dystinum, og tí hevði tað passaða teimum væl at fara av venjingarleguni og beinleiðis til dystin í Finlandi.
er livandi og litføgur. Har eru 34 listaverk - stór og heilt lítil, tó ógvuliga fjølbroytt, sum tilsamans skapa eina stuttliga og hugaliga heild. Tær báðar Vígdis Sigmundsdóttir Højgaard og Aggi Ásgerð [...] báðar Vígdis og Aggi hava ikki listarliga áhugan frá fremmandum. Pápi Vígdis og abbi Aggi var kendi listamaðurin Sigmund Petersen, sáli. Hann var upprunaliga útlærdur skræddari og tilskerari, og hevði í nógv [...] fram í Smiðjuni. Aggi hevur búð og virkað í Danmark í 10 ár. Hon hevur gingið á Listaakademinum í Odense, og hevur nú verkstað í Keypmannahavn. Hon er 32 ára gomul, og hevur fyri stuttum fingið fyrsta
hetta og hatta, og her var framførslan perfekt. Har var megi í teimum kraftmiklu passagunum og friður yvir teimum stilla og innarligu, og skiftini millum tey ymisku hugløgini bar brá av drúgvari og gjøllari [...] salurin sum við eitt, og vit sótu øll í tøgn og bíðaðu eina løtu. Sjálvt um ongin hevði boðað frá at vit skuldu sita kvirr, sótu fólk nú og teskaðu til hvønnannan, eisini síðumaðurin og eg. Men endiliga komu [...] áhoyrara, og er í síðsta enda við til at skapa eina stemningsfulla tónleikauppliving. Tá kór, og orkestur uppá 80 fólk, vóru komin uppá pláss, vóru tað dirigentur og solistar sum trinu inn, og nú var alt
frá N.J. Arge og síðani Hólm. Hetta var nakað eftir, at Sjóvinnubankin var farin av knóranum. So bygdu vit Hólm um til fraktskip og sigldu nógv ár við frakt millim Danmark og Føroyar og aðrastaðni. Eg [...] mong arbeiði, t.d. á Gomlu Rætt og tað er har, nýggja og stásiliga maskinan skal arbeiða. Hetta er fyrsta maskinan av sínum slag í Føroyum. Hon er av merkinum Samsung og Óli Karl Hansen á O.K heilsølu sigur [...] siglt eini 25 ár millum Danmark og Føroyar. ? Jú eg kenni til maskinir, sigur Ove, ið heldur, at tá bæði keypari og seljari eru nøgdir, so er í lagið. ? Vit hava úr at gera og keypa óivað skjótt næstu maskinuna
Heinesen og brosar. Hvat heldur tú um úrslitið av samráðingunum og nýggju avtaluni millum Landsstýrið og stjórnina? Føroyingar hava fingið tað, sum teir bóðu um, og úrslitið er fyrst og fremst eitt tekin [...] bankamálið og viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Hon legði ikki fingrarnar ímillum, men segði sína greiða hugsan um ríkisfelagsskapin og handfaringina av føroysku kreppuni, bæði í Føroyum og í Danmark [...] Ottarsdóttir og kendi danin Lars von Trier, hava gingið á. Elin Heinesen er ógvuliga virkin kvinna. Hon er útbúgvin cand. mag. í estetik og mentan, umframt at hon hevur lisið norðurlendskar bókmentir og virkisbúskap
í november Sum heild er ferðslan stór gjøgnum tunlarnar í Føroyum, fyrst og fremst Kollfjarðartunnilin, men eisini Norðskálatunnilin og Leirvíkartunnilin. Í Kollfjarðartunlinum fara 3088 akfør um døgnið [...] døgnið, 1639 fara vesturum og í báðum førum er talan um eina øking í mun til árið fyri. Bert á einum øki er talan um eina minking og tað er á Oyggjarvegnum, á Bøllureyni. Og tað er ikki so løgið, at tey [...] Sandsvatn, Inni í Vika, á Vatnavegnum, við Leitisvatn og millum tunlarnar á Borðoynni. Á flestu økjum er mesta ferðslan summarmánaðirnar, serliga í juni, og minsta ferðslan er í november.
Vit vilja eisini stuðla vinnuni, og her er talan um nógv arbeiðspláss, umframt at tað er eitt tilboð til fólk og ferðandi. Hetta er hóast alt høvuðstaðurin í Føroyum, og vit áttu sum so at havt fleiri tilboð [...] n hevur verið, at býráðið hevur givið sítt viðmæli, og sent málið víðari til loyvisnevndina. Øll áhugað áttu at fingið loyvið Vit halda, at ein og hvør, sum lýkur tær annars ógvuliga stongu treytirnar [...] at tørvur hevur verið á fleiri skeinkiloyvum. Fleiri matstovur hava verið í umbúna seinastu árini, og onkur er eisini stovnað við vón um at fáa skeinkiloyvi seinni. Tá myndugleikarnir ikki kundu taka seg
Hvessingur og Gongurólvur 6 stig hvør. Jarnbardur tikið seg fram um Hjá 6-mannaførum við kvinnum er kappingin millum Jarnbard og Hvessing tøtt og spennandi. Báðir bátarnir hava vunnið tveir róðrar í ár, og nú [...] avgerandi munin, og tí liggur væl fremst nú. Støðan undan róðrinum er, at Junkarin hevur fult stigatal, 28, Blikur og Drekin hava 18, Súla 8, Svanur 6, Báran 5, Erla Kongsdóttir 4 og Fípan Fagra 2 stig [...] eru á 1000 metrum, og tað hevur Eysturoyingur prógvað, at hann klárar eins væl og longra teinin. Einastu bátarnir, sum í teoriini kunnu hótta oddafiskin, eru Nólsoyingur, Kjølur og Havnarbáturin, sum allir
bindisiði og mynstrum. Tríggjar bindibøkur vórðu givnar út við troyggjunum, ið vóru við í kappingunum, ein við mynstrum til vaksin og tvær til børn. - Tað eru mynstrini, ið selja tógvið og tí er tað umráðandi [...] Lofti, ið hevur gjørt 8 uppskriftir til troyggjur til børn og vaksin. Barnamynstrini eru til 3 uppí 12 ár og mynstrini til vaksin eru í lítil, miðal og stór. Allar eru bundnar úr natúrlitunum uttan tann eina [...] Bindikappingarnar, sum Bindibúðin í SMS og Snældan skipaðu fyri í felag fyrst í nítiárunum, fingu av álvara gongd á søluna av føroyskum tógvi. Troyggjurnar, ið spurdust burtur úr bindikappingunum vóru
hann tó fyrst og fremst taka sær av tí, sum rørir seg innanfyri kommunumarkið. Tó so, kommunurnar í Vágoynni samarbeiða á nógvum ymiskum økjum - eitt nú um høllinia á Giljanesi, læknamiðstøðina og Ellis- [...] við Vestmanna og Kvívík. Hetta er tó treytað av, at teir fáa fast samband um Vestmannasund. Fremsta mál at niðurgjalda skuld Samanleggingin er tó ikki nakar veruleiki enn, og tí má Johannes og hinir bygd [...] eykaavdrøg, og tá ið hetta er goldið, og tær føstu útreiðslurnar í kommmununi eru tiknar við, er ikki nógv eftir at arbeiða við hjá teimum sjey bygdarráðslimunum í kommununi. Ikki so, tey eru øll samd um og hava