At koma í Norðurlandahúsið sunnudagin gav beinanvegin ábending á at øll sum vóru komin til konsert væntaðu okkurt ordiliga stórt. Vantaðu sær eina stóra uppliving. Sum tað altíð er til sovorðin stór tiltøk, var útselt og tískil vóru tað nógv av teimum uppmøttu sum ikki eru teir fastu konsertgangarnir til klassiskar konsertir. Nokk er Norðurlandahúsið her hjá okkum eini hampuliga stór konserthus, men til slík stór og populer tiltøk sum hetta, er vanligt at gravgangurin eftir atgongumerkjum er so stórur at øll ikki rúmast inni. Fyri at rúma fleiri áhoyrarum velja fyrireikarirnir ofta at lata húsið upp allan vegin ígjøgnum, soleiðis at Salurin og Klingran verður eitt. Hetta er helst, samanumtikið, ein góð loysn, men tað slepst ikki undan at tað gongur útyvir ljóðið. Meir um hetta seinni. Men rúmið verður stórt, og tað var alt tiltakið sum tað var, eisini. Tá eg og síðumaðurin vóru sessaðir, gekk ein løta áðrenn alt var fullsett og so gingu einir fimm minuttir har tú týðiliga merkti spenningin og stórar vónir, í luftini. So knappliga tagnaði allur salurin sum við eitt, og vit sótu øll í tøgn og bíðaðu eina løtu. Sjálvt um ongin hevði boðað frá at vit skuldu sita kvirr, sótu fólk nú og teskaðu til hvønnannan, eisini síðumaðurin og eg.
Men endiliga komu teir fyrstu sangarirnir inn, og meðan teir 160 sangarirnir stillaðu seg í 5 røð á 32 fólk, kendist hvussu spenningurin bleiv forloystur og øll vóru nú klár at fara uppfrá. Eg trúgvi at tað í hesum føri hevur havt stóran týðning at tað er so væl frágreitt / upplýst um tiltakið frammanundan. Tað skapar stórar vónir í hvørjum einstakum áhoyrara, og er í síðsta enda við til at skapa eina stemningsfulla tónleikauppliving. Tá kór, og orkestur uppá 80 fólk, vóru komin uppá pláss, vóru tað dirigentur og solistar sum trinu inn, og nú var alt fullmanna.
Í tí frálíkt væl úr hondum greidda programminum stóð at lesa um Requiem sum so, og um Verdi sjálvan, og eisini tað hevur stóran týðning
í einum sovorðnum føri, tí tá so stórur partur av føroya fólkið kemur til tvær fullsettar konsertir at lýða á, so vil helst ein góður partur verða fólk uttan nærri innlit í hví, nær, hvar og hvussu eitt slíkt verk er skriva. Og skalt tú fáa sum mest burturúr er gott at vita sum mest, um hvat tað er tú hoyrur.
Giuseppe Verdi var einamest ein stórur operakomponistur og tí má sigast at hetta requiem er eitt rættuliga serstakt verk frá hansara hond. Men fyri okkum í okkara tíð er tað ein fyrimunur at eitt tílikt so langt og drúgvført verk er vorið til í tí romantisku tíðini, tí tað so inniheldur elementir av øllum klassiska tónleikinum upp ígjøgnum tíðirnar, líka til tað bleiv skriva í 1874. Har er alt líka frá gregorianskum tónum og Bach, til nýggjari klangir, og tað gevur møguleika fyri nógv størri stemningsskiftum, enn um tað t. d. var skrivað í einari eldri, tónleikaliga meira siðbundnari tíð. Verdi megnar í hesum verkinum, á fyrimyndarligan hátt, at skapa tann anda sum liggur í tí fyriliggjandi tekstinum, uttan at tað á nakran hátt verður troyttandi.
Tá fólk fara undir at frmføra eitt so stórt verk, og tú frammanundan týðiliga fært at vita at hendan framførslan er nakað stórt og gott, ja enttá tað størsta klassiska tónleikatiltakið sum verði hevur her á klettunum, so má man eisini finna seg í, tónleikarliga, at verða sammett við tey heilt stóru. Men tónleikur eigur eisini at verða eitt upplivilsi uttan ov nógvar órogvandi tankar um hetta og hatta, og her var framførslan perfekt. Har var megi í teimum kraftmiklu passagunum og friður yvir teimum stilla og innarligu, og skiftini millum tey ymisku hugløgini bar brá av drúgvari og gjøllari innstudering. Áhoyrarin bleiv tikin við á eina stóra tónleikabylgju, sum eg, í hesum føri, helt tað verða synd at bróta av við einum støðgi mitt í. Requiem brotnaði líkasum í tvey og var ikki eitt samanhangandi upplivilsi. Men sjálvandi skuldu fólk hava høvi at strekkja sær beinini, tí góður hálvurannar tími út í eitt kann, hjá summum, vera leingi at sita. Men tað kendist heilt klárt at áhoyrarnir vóru djúpt upptiknir av tí sum fyrifórst og tað kendist eisini týðiliga á lógvabrestunum tá verkið var liðugt frammført. Teir vóru brestir standandi fyri kórið, orkestri, dirigenti og høvuðsfyrireikaranum Ólavi Hátún. Á tí tónleikarliga síðuni mugu vit, um vit sammeta uppeftir siga at sjálvt um samansetta norðurlendska kórið og Lyngby-Taarbæk Symfoniorkester, eftir førimuni, megnaðu at skapa eitt gott requiem, so er enn eitt glopp uppeftir til tað sum vit eru vanari at hoyra á innspælingum og stórum konsertum uttanlanda. Serliga í fyrstani kendist kórið heldur tungt og stirvi, og tann latínska úttalan av orðunum bleiv ov ?gøtulatínskt?. Menn hetta vóru byrjanartrupuleikar, og burtursæð frá at mennirnir vóru eitt sindur veikir tá teir stóðu einsamallir í ljóðmyndini, sungu tey seg væl upp, og helst komu tey samanumtikið so væl frá uppgávuni sum til ber. Men tá tað er ein rúgva av smálutum sum mynda eina góða framførslu, so skuldu tey líka havt fingið vant eitt sindur meir uppá at reisa seg upp av stólunum samstundis, einaferð mitt í stykkinum. Smáting, men eisini ein umráðandi partur, um man vil ganga eftir tí perfekta. Aftaná konsertina, tá tey poseraðu frammanfyri fotografinum, gjørdu tey bylgjuna, akkurát sum í fótbólts-HM fyri tíðina, og tá hoyrdi tað seg betur til.
Orkestrið kláraði seg eisini væl, tá hugsað verður um at tað er eitt amatørorkestur. Tað sum eg nevndi í fyrstani við rúminum, ger seg her galdandi. Tí tá salurin í Norðurlandahúsinum á hendan hátt verður longdur út í Klingruna , so fær man ikki fatur á tí røttu javnvágini í orkestrinum, um tey ikki sita uppeftir í etagum, sum kórið stóð. Man kemur líkasum at sita niðriundir orkestrinum. Men sjálvandi er ikki pláss at lyfta bæði kór og orkestur upp, so úrslitið var, harfrá sum eg sat, at eg stórt sæð ikki hoyrdi træblásararnar og messingið, men bara strúkararnar sum jú sita fremst. Men sum eg hoyrdi tað, var balansan í orkestrinum góð og har var stórt sæð onki sum kom skeivt fyri. Bara einkulta staðni var samljóðið ikki heilt perfekt, men minni kann jú eisini gera tað.
Sangsolistarnir vóru eitt kapitul fyri seg. Tey sum heilt klárt gjørdu størst inntryk vóru mezzosopranin Urzula Kryger og bassurin Krzystof Borysiewicz. Urzula Kryger frambar sin sang sera kensluborið og hon hevði eina pragtfulla rødd sum kendist líka framúrskarandi, bæði tá tað kravdist kraft og megi, og hinvegin eisini tá tónleikurin kravdi eyðmjúkan og kenslubornan sang. Avgjørt heimsklassi; ein tann besta mezzosopranin eg havi hoyrt. Bassurin Krzystof Borysiewicz var ikki serstakt máttmikil í síni rødd, menn hann hevði ein framburðarhátt og ein klang, sum gjørdi at hvørt orð hann sang var innliva í tónleikinum og tí meining sum liggur í tekstinum. Eisini hansara kropsmál gjørdi at tú kendi at hann var eitt við tónleikin. Allir solosangarirnir høvdu format, og sopranin Óløf Kolbrún Harðardóttir hevði eisini eina klára, reina og smiðliga rødd, menn megnaði ikki á sama hátt sum hini bæði at lyfta tekstin harupp tað krevst, fyri at sangurin skal koma heilt út til fjøldina sum lýður á.
Tann minst karismatiski av hesum vælasangarum var tenorurin Jón Rúnar Arason, sum í mun til hini, kendist heldur kroystur og stirvin í sínari framførslu.
Tá konsertin var liðug, spurdi eg síðumannin um hetta var eitt stórt upplivilsi, og hann svaraði mær ?JAaaa? við langum a?ið. Soleiðis høvdu
helst allir áhoyrarnair tað, og eg við. Og eftir førimuni má sigast at kór og orkestur megnaðu væl at gera Verdi?s Requiem til tað tað er: Eitt megnarverk! Eisini dirigenturin Yaacov Bergman, hevur heilt sikkurt fingið sum allarmest burturúr fólkunum hann hevur arbeitt við, og innímillum var tað bergtakandi at verða í Norðurlandahúsinum.
Eisini tað at tað yvirhøvur ber til at fáa slíkt upp at standa her hjá okkum fámentu hernorðuri, er allan heiður vert. Hetta er tað besta, (og størsta, ....og helst dýrasta) tiltaki av hesum slagi eg havi hoyrt í Føroyum. Men eg haldi eisini at man eigur at hyggja uppeftir fyri at sammeta seg við tey stóru, fyri á tann hátt at blíva betri. Og sjálvandi er har eitt petti enn. Men vit eru væl á veg.