6203 akfør um Hoydalsá um døgnið

Á øllum økjum, har Landsverkfrøðingurin ger teljingar, er talan um eina fitta øking í ársmeðalferðsluni.

Ferðslan á høvuðsvegunum í Føroyum verður tald regluliga. Í ársfrágreiðingini hjá Landsverkfrøðinginum fyri í fjør stendur ferðsluteljing, sum er ársmeðalferðslan um samdøgnið, tað vil siga samlaða talið av akførum, sum í eitt ár fer um teljistaðið, býtt við talið á døgum í árinum.

Ikki so undrunarvert fer mesta ferðslan eftir Hvítanesvegnum ella um Hoydalsá, Tórshavn-Hoydalar, sum tað eitur í ársfrágreiðingini hjá Landsverkfrøðinginum. Ikki færri enn 6203 akfør koyra henda teinin um døgnið og tað er ein øking uppá 278 akfør í mun til í ársmeðalferðsluna í fjør.

Ferðslan eftir Hvítanesvegnum er nærum tvífald so nógv sum á Lambareiði, har næst mesta ferðslan er í Føroyum. Eisini har er ein øking í ferðsluni, 3122 akfør um døgnið í fjør í mun til 2996 í 1996.


Mest í juni, minst í november

Sum heild er ferðslan stór gjøgnum tunlarnar í Føroyum, fyrst og fremst Kollfjarðartunnilin, men eisini Norðskálatunnilin og Leirvíkartunnilin.

Í Kollfjarðartunlinum fara 3088 akfør um døgnið, ein øking uppá uml. 400 akfør um døgnið í mun til árið fyri. Í Kollfjarðardali, eystanfyri rundkoyringina koyra 2969 um døgnið, 1639 fara vesturum og í báðum førum er talan um eina øking í mun til árið fyri.

Bert á einum øki er talan um eina minking og tað er á Oyggjarvegnum, á Bøllureyni. Og tað er ikki so løgið, at tey flestu heldur velja at fara gjøgnum Kollfjarðartunnilin heldur enn á Oyggjarvegin, tá ið tey skulu í Eysturoynna, Vágar ella aðra staðni.

Umframt nevndu støð ger Landsverkfrøðingurin slíkar mátingar í Norðskálatunlinum, á Gøtueiði, í Leirvíkartunlinum, sunnanvert í Øravík, á Nesi í Vági, við Sandsvatn, Inni í Vika, á Vatnavegnum, við Leitisvatn og millum tunlarnar á Borðoynni. Á flestu økjum er mesta ferðslan summarmánaðirnar, serliga í juni, og minsta ferðslan er í november.