Leygardagin kann Eysturoyingur staðfesta sítt meistaraskap í kappingini hjá 10-mannaførum. Teir skulu bert hava tvey stig í tveimum teimum seinastu róðrunum, so er meistaraheitið tryggjað. Og tað skal ganga óvanliga illa klára teir ikki tað.
Eysturoyingur hevur vunnið allar fýra róðrarnar higartil, og í fyrsta róðrinum á 1000 metrum, sum var á jóansøku seinast, vóru teir so sannførandi, sum tað sjáldan sæst á hesum teini. Báðir róðrarnir, sum eru eftir í ár, eru á 1000 metrum, og tað hevur Eysturoyingur prógvað, at hann klárar eins væl og longra teinin.
Einastu bátarnir, sum í teoriini kunnu hótta oddafiskin, eru Nólsoyingur, Kjølur og Havnarbáturin, sum allir eru langt aftanfyri, og bara koma stríðast sínamillum um plaseringarnar eftir Eysturoying.
Støðan eftir fýra umfør er, at Eysturoyingur hevur 28 stig, Nólsoyingur og Kjølur 15, Havnarbáturin 14, Vestmenningur 10, Tvørábáturin 5 og Vágbingur 1.
Tætt hjá 8-mannaførunum
Seinasta róðurin hjá 8-mannaførunum vann Húsavíkingur, sum frammanundan ongantíð hevði vunnið ein FM-róður. Við tí óvæntaða sigrinum togaðu teir seg frá tveimum og upp á nýggju stig. Men tað er framvegis langt upp til teir fremstu bátarnar, sum liggja lið um lið nú tveir róðrar eru eftir.
Argjabáturin hevur skutin frammanfyri Miðving, og beint í hølunum liggja eisini Kvívíkingur, Knørrur og Ørvur.
Miðvingurin skal rógva á heimavølli, og har plagar ikki at lukkast heilt eftir vild. Báturin hevur ikki vunnið í Miðvági síðani einaferð í 50?unum, verður sagt úr Vágum. Men leygardagin skulu teir aftur royna at venda skeivu gongdini, og tað gera teir við tveimum sigrum í ár í bakinum.
Undan kappingini leygardagin hevur Argjabáturin 19 stig, Miðvingur 18, Kvívíkingur og Knørrur 14, Ørvur 12, Húsavíkingur 9 og Sjóriddarin 1 stig.
Snopprikkur
skal reisa seg
Hjá 6-mannaførunum við monnum hevur Sniopprikkur verið suverenur í ár, men í róðrinum á jóansøku, sum má metast sum heimasjógvur í FM-kappingini, vórðu teir snýttir av Stráluni, sum lirkaði fyrsta FM-sigurin frá bátinum úr Hvalba.
Á vestanstevnu verður uppgávan hjá hvalbingunum at reisa seg eftir fyrsta ósigurin í ár, og gera teir tað, tryggjað teir sær samstundis FM-heitið.
Harðasti kappingarneytin hjá Snopprikki er Sølmundur, men hann er so mikið aftanfyri, at nógv skal til, skal hann náa heilt fram.
Støðan undan róðrinum er, at Snopprikkur hevur 26 stig, Sølmundur 17, Hósvíkingur 14, Strálan 10, Hvessingur og Gongurólvur 6 stig hvør.
Jarnbardur tikið
seg fram um
Hjá 6-mannaførum við kvinnum er kappingin millum Jarnbard og Hvessing tøtt og spennandi. Báðir bátarnir hava vunnið tveir róðrar í ár, og nú tvær kappingar eru eftir, er tað bert eitt stig, ið skilur tær báðar manningarnar.
Jarnbardur vann seinast, og tók seg við sigrinum fram um Hvessing.
Gongurólvur er eisini við har frammi, men í løtuni eru tað sjey stig upp til teir fremstu bátarnar, og tann teinurin er ov langur til at fáa innaftur í tí partinum av kappingini, sum er eftir. Orsøkin til munin er, at hóast Gongurólvur allatíðina hevur givið teimum báðum fremstu harða kapping, so hevur hann ikki klára at vunnið nakran róður, og eftir fýra av slagnum ger tað stóran mun.
Støðan undan næstseinasta róðrinum er, at Jarnbardur hevur 24 stig, Hvessingur 23, Gongurólvur 16, Lómur 12, Fuglfirðingur 3 og Strálan 2.
Kvívíkingar vinna
Dreingirnir umborð á 5-mannafarinum Junkaranum eru ikki til at taka í ár. Dreingirnir úr Kvívík hava vunnið allar FM-róðrarnar í ár, og undan næstseinasta róðrinum er tað bert í teoriini, at teir ikki eru føroyameistarar.
Munurin niður til næsta bátin er 10 stig, og klára Junkarin at vinna róðurin í Miðvági er hann meistari. Blikur og Drekin eru allatíðina í hølunum á Junkaranum, men nú er møguleikin fyri gullið mest sum gloppin teimum av hendi.
Hesir tríggir bátarnir hava stríðst alt árið, men hvørja ferð hevur tað verið Junkarin, sum hevur havt avgerandi munin, og tí liggur væl fremst nú.
Støðan undan róðrinum er, at Junkarin hevur fult stigatal, 28, Blikur og Drekin hava 18, Súla 8, Svanur 6, Báran 5, Erla Kongsdóttir 4 og Fípan Fagra 2 stig.
Ørnin flúgvandi
Vágfólk eiga stinnasta bátin í kappingini hjá 5-mannaførum við gentum. Ørnin úr Sandavági hevur seinastu árini verið flúgvandi, og aftur í ár liggur báturin væl frammanfyri hinar.
Gongst rættiliga eftir vid leygardagin, kann Ørnin tryggjað sær meistaraskapið á heimavølli, men tað ætlar Kollur sær at forða fyri. Tær eru bara fimm stig aftanfyri og kunnu framvegis mest sum avgera lagnuna sjálvar.
Í róðrinum vóru tað nógvir bátar, sum rættiliga bjóðaðu Ørnini av, men í endaspurtinum var báturin úr Vágunum tann stinnast. Harða kappingin seinast var tó eitt dømi um, at Ørnin skal geva sítt ítarsta hvørja ferð.
Støðan undan róðrinum í Miðvági er, at Ørnin hevur 23 stig, Kollur 18, Junkarin 13, Svanur 12, Erla Kongsdóttir 10 og Royndin Fríða 9.
Róðurin fluttur
Tað sigur seg sjálvt, at kappróður er klokkan 15 leygardag, men onkuntíð eru undantøk, og tá er tað serliga veður og vindur, sum spælir inn.
Á vestanstevnu er róðurin fluttur til klokkan 17.00, og tað kemst av, at verður róð klokkan 15.00, er vandi fyri at bátarnir rógva seg uppá sandin. Seinni leygardagin eru umstøðurnar betri, og fólk kring landið, sum av gomlum vana stilla inn á útvarpið klokkan 15.00, fáa ongan róður í oyra ? tað verður ikki fyrr enn klokkan 17.00.
Eftir róðurin verða steyp og heiðursmerki handa á kaiøkinum í Miðvági, og har vóna vertirnir, at bæði Ørnin og Miðvingur fáa gullið.