Nýggj føroysk bindimynstur

­ Elinborg á Lofti hevur gjørt 8 uppskriftir til troyggjur til børn og vaksin, sum byggja á tradisjónella føroyska binding.

Bindikappingarnar, sum Bindibúðin í SMS og Snældan skipaðu fyri í felag fyrst í nítiárunum, fingu av álvara gongd á søluna av føroyskum tógvi. Troyggjurnar, ið spurdust burtur úr bindikappingunum vóru yvirhøvur inspireraðar av útlendskum bindisiði og mynstrum. Tríggjar bindibøkur vórðu givnar út við troyggjunum, ið vóru við í kappingunum, ein við mynstrum til vaksin og tvær til børn.

- Tað eru mynstrini, ið selja tógvið og tí er tað umráðandi at fáa tey út við jøvnum millumbili, sigur Hildigarð Mouritsen, sum eigur og rekur Bindibúðina í SMS.

Nú royna Bindibúðin og Snældan aftur at fáa føroyska tógvið fram í ljósmála. Hesa ferð við uppskriftum, ið byggja á tradisjónell føroysk bindimynstur. Tað er Elinborg á Lofti, ið hevur gjørt 8 uppskriftir til troyggjur til børn og vaksin. Barnamynstrini eru til 3 uppí 12 ár og mynstrini til vaksin eru í lítil, miðal og stór. Allar eru bundnar úr natúrlitunum uttan tann eina, sum er í reyðum.

­ Mynstrini eru gjørd til føroyska tógvið. Og tey hava longu vakt ans. Tað vísir seg, at útlendingar nógv heldur vilja keypa troyggjur við føroyskum mynstri heldur enn tær, ið eru inspireraður av útlendskum bindisiði, sigur Hildigarð Mouritsen.Snældan á Strondum gevur mynstrini út og tey eru at fáa í Bindibúðini í SMS.