80 ára gamal keypir gravimaskinu

Eg gevist ikki, ella leggi árarnar inn, tað loysir seg ikki, tí tað kemur av sær sjálvum, sigur 80 ára gamli Ove Magnussen, ið júst hevur keypt stóra maskinu fyri eina millión

Tað er O.K heilsøla, ið selur maskinuna og P/F Á Heygnum, entreprenørvirki, við 80 ára gamla Ova Magnussen, ið keypir maskinuna, ið kom til landið í gjár.

Maskinan kostar um eina millión, so hon er tekin um, at P/F Á Heygnum heldur framtíðina liggja ljósa fyri framman. Felagið hevur mong arbeiði, t.d. á Gomlu Rætt og tað er har, nýggja og stásiliga maskinan skal arbeiða.

Hetta er fyrsta maskinan av sínum slag í Føroyum. Hon er av merkinum Samsung og Óli Karl Hansen á O.K heilsølu sigur, at teir hava verið niðri á messu, og at hetta var tann besta, ið var at finna.

? Hetta er ein nýggj, framkomin maskina. Vit høvdu fleiri maskinførarar við, og hetta var tann besta, ið vit royndu, sigur Óli Karl Hansen.

? Tað er eisini langt síðani, at nøkur nýggj maskina kom til landið. J&K Petersen fekk eina fyri góðum ári síðani, men so mugu vit leita eini 8 ár aftur í tíðina, síðani nøkur maskina kom, so hetta er ein útskifting, ið byrjar nú, sigur Óli Karl Hansen.


80 ára gamal

? Tað loysir seg ikki at gevast, ella leggja árarnar inn, tí tað kemur av sær sjálvum, sigur 80 ára gamli Ove Magnussen, Saltangará.

-Hetta er ein góð maskina og mær dámar hana væl. Nú havi eg kanska ikki so nógv skil fyri júst hesi maskinuni, menn annars havi eg passað maskinur alt mítt lív, sigur Ove Magnussen.

? Vit keyptu fyrst Grønlandsfari frá N.J. Arge og síðani Hólm. Hetta var nakað eftir, at Sjóvinnubankin var farin av knóranum. So bygdu vit Hólm um til fraktskip og sigldu nógv ár við frakt millim Danmark og Føroyar og aðrastaðni. Eg havi siglt eini 25 ár millum Danmark og Føroyar.

? Jú eg kenni til maskinir, sigur Ove, ið heldur, at tá bæði keypari og seljari eru nøgdir, so er í lagið.

? Vit hava úr at gera og keypa óivað skjótt næstu maskinuna, sigur 80 ára gamli Ove Magnussen.