Heitt Europa-Cup lutakast

Fótbóltur: Umframt ítróttarligu avbjóðingar sleppa GÍ og B36 eisini at stríðast við nógva hitan í Budapest og Jerusalem

Á middegi í gjár gjørdist tað greitt, hvørji liðini verða, sum føroyingar skulu hitta í Europa-Cup fótbólti í ár.

Og tað gjørdist eitt heitt lutakast.

Ið hvussu er fyri B36 og GÍ, sum skulu suðureftir at spæla á hásumri, og fáa ein øðiligan hita at stríðast við, umframt yrkisspælarar úr Ísrael og Ungarn.

Hjá HB eydnaðist nakað betri í so máta, og oddaliðið í landskappingini fær ein finskt lið at dystast við.

Gøtumenn skulu spæla ímóti FC Budapest í innleiðandi umfarinum til UEFA-Cup. Ungarska liðið hevur 20 ferðir vunnið meistaraheitið, og hevur altíð nógvar spælarar á landsliðnum.

? Vit eru fegnir um lutakastið, tí tað lætt at koma til Ungarn, og vit hava longu fingið fatan av, at teir eru góðir at samstarva við, sigur Árni Gregersen, sum er saman við bróðrinum og formanninum í GÍ, Jógvan Gregersen, til lutakastið í Geneve.

Tað er avgjørt at fyrri dysturin hjá GÍ verður á Svangaskarði 13. august klokkan 19.00 og útidysturin verður 27 august í Budapest.

Føroyingar hava bert einaferð spælt móti ungarskum liðum áður, og tað var í fjør, tá KÍ royndi seg í móti Ujpesti. Teir taptu 6-0 í Budapest, men máttu í seinastu løtu lúta 3-2 á heimavølli. Dysturin á Svangaskarði vísti ongan mun millum liðini, meðan ógvusligi hitin í Budapest var størsta forðingin fyri einum betri úrsliti, og tá vóru klaksvíkingar fullkomiliga rendir um koll.

B36, sum spælir í Champions League dróg ísraelska liðið Beitar Jerusalem, og klára teir at vinna dystin, bíðar ein uppgerð ímóti risunum úr Benfica. Har hava klaksvíkingar eisini royndir, tí í 1995 spældu teir ímóti Maccabi Haifa. Teir taptu 4-0 á útivølli, men vunnu 3-2 á heimavølli. Føroyska landsliðið hevur eisini roynt seg ímóti ísraelsmonnum. Tað var i 1992, og dysturin endaði við javnleiki 1-1.

Stjørnuspælarin hjá Beitar Jerusalem er Eli Ohana, sum er skaddur í knænum í løtuni, men tað fær hann ikki at rokna við torførum dysti móti B36.

? Eg kann ikki siga at lutakastið hjá okkum er trupult. Vit vænta sjálvandi at vinna, og hugsa tí nú um dystin móti Benfica, sigur hann.


Heima á ólavsøku

HB skal spæla ímóti VPS Vasa úr Finlandi. Bæði GÍ og B71 hava roynt seg ímóti finskum liðum, men uttan nakran sigur. Føroyska landsliðið hevur verið í EM-undankappingarbólki við Finlandi, men tað gekk illa móti finnum. Á heimavølli tapti okkara lið 4-0 og á útivølli gjørdist tað til 5-0.

HB og B36 skulu spæla 21. og 22. juli, og bæði vóru drigin á útivølli. Eftir lutakastið í gjár vóru samráðingarnar millum feløgini í gongd, og hjá føroysku liðunum gekk tað út uppá, at sleppa undan at spæla á heimavølli dag um dag.

HB?arnir vilja gjarna spæla á útivølli fyrst, tí teir eru av landinum á venjingarlegu beint undan dystinum, og tí hevði tað passaða teimum væl at fara av venjingarleguni og beinleiðis til dystin í Finlandi. Seinni dysturin verður spældur á ólavsøku, og alt eftir um tað er B36 ella HB, sum spælir heima verður tað antin ólavsøkuaftan ella ólavsøku dag.

Bæði feløgini ynskja ivaleyst at verða heima á ólavsøku, men tað verður B36, sum sleppur at avgera hvar hvør spælir, tí teir spæla í størru kappingini.