Tvey ættarlið í Smiðjuni

Framsýnararnir eru mammusystur og dóttursystur. Myndlistin hevur havt týðandi leiklut gjøgnum fleiri ættarlið í familjuni. Nú hava listakvinnurnar Vígdis og Aggi hvør í sínum lagi gjørt sítt til at skapa eina livandi og litfagra framsýning, sum er í døgunum 7. - 13. juli

Framsýningin í Smiðjuni er livandi og litføgur. Har eru 34 listaverk - stór og heilt lítil, tó ógvuliga fjølbroytt, sum tilsamans skapa eina stuttliga og hugaliga heild.

Tær báðar Vígdis Sigmundsdóttir Højgaard og Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, hava í longri tíð arbeitt við tí fyri eyga, at sýna fram í Smiðjuni.

Aggi hevur búð og virkað í Danmark í 10 ár. Hon hevur gingið á Listaakademinum í Odense, og hevur nú verkstað í Keypmannahavn. Hon er 32 ára gomul, og hevur fyri stuttum fingið fyrsta barnið.

Henni leingist ofta heimaftur, og myndir hennara bera boð um kenslur og hugalag um minnir heimanífrá, men - sum hon sjálv tekur til - eru livilíkindini betri og avbjóðingin hjá listafólki størri í Danmark.


Alt er ikki ljósareytt

Hennara ískoyti til framsýningina eru oljumálningar og fotomyndir, og mynda heimlongsul, veðurlagið í Føroyum, brim o.s.fr., men alt er ikki ljósareytt, sigur Aggi, og nevnir kreppuna, sum var í Føroyum.

Hon hevur tilknýti til Gallerí Gertrud í Keypmannahavn, og hevur eisini havt ymiskar framsýningar í hesum sambandi, eins og boð hava verið eftir hennara listaverkum.

Vígdis er 64 ára gomul, og gavst í fjør at arbeiða á Landssjúkrahúsinum, har hon var goymsluleiðari.

Nú eru góðar stundir at gera meir við tað listarliga, og hon hevur tilvitað arbeitt við hesi framsýningini í eitt ár.

Vígdis hevur bert pappírsklip við hesaferð, men annars arbeiðir hon ofta við pastelmálningum, tekningum og oljumálningum. Motivini eru hesaferð úr gomlu Havnini, í bátahylinum í Vágsbotni og landsslagsmyndir, tó at húsini altíð hava stóran leiklut og eru ein livandi partur av myndunum.

Aggi: - Mínar myndir eru meir um ljós og skugga, meðan myndirnar hjá gummu (Vígdis) eru meira konkretar.


Spennandi at

seta saman

Spurdar hví tær báðar framsýna í felag, siga Vígdis og Aggi, at tað hava tær gjørt áður. Tað er eins og meira spennandi at fáa sýnigina at ganga upp, tí tær eru so ymiskar, men ofta hava verið saman um tað listarliga arbeiðið.

Tað er heldur ikki so løgið, heldur Aggi, tí tær báðar hava altíð hava havt stóran áhuga fyri listini. Tað var eisini mammusysturin, sum lærti Aggi at tekna, tá hon var smágenta.

Tær báðar Vígdis og Aggi hava ikki listarliga áhugan frá fremmandum.

Pápi Vígdis og abbi Aggi var kendi listamaðurin Sigmund Petersen, sáli. Hann var upprunaliga útlærdur skræddari og tilskerari, og hevði í nógv ár skræddaravirki í Havn, men tá børnini fóru heimanífrá, og eingin var áhugaður at yvirtaka skræddaravirkið, seldi hann tað í 1950, og fór burturav at virka sum listamaður. Hann doyði 70 ára gamal í 1973.

Vígdis veit at siga, at pápi hansara Jóannes Petersen, sum var skræddari á Tvøroyri, upprunaliga hevði ætlanir um at gerast listamaður, men at foreldur hansara noktaðu fyri hesum. Tey hildu ikki, at tað at mála og tekna var annað enn spæl.


Fýra ættarlið

Pápi Sigmund Petersen, Jóannes Petersen var ættaður úr Funningi.

Vígdis hevur hoyrt søguna um abba sín, at ein skipsmanning úr Fraklandi einaferð kom til Funnings, og har sóu tekningarnar hjá abbanum. Fraklendingarnir vóru so hugtiknir av teimum, og bjóðaðu sær at taka drongin við til Fraklands, har hann kundi fáa útbúgving. Foreldrini tordu sjálvsagt ikki at lata sonin fara so langa leið.

Tá í tíðini var torført at fáa hendur á oljumáling og litum, og abbi Vígdis legði t.d. tapetrestir og blómur á blot, sum hann brúkti at seta litir á tekningar sínar.

Foreldrini hjá Jóannesi Petersen hildu kortini, at sonurin skuldi hava útbúgving, sum hann kundi liva av, og tí fór hann í læru sum skræddari á Tvøroyri, har hann virkaði sína tíð.

Tá so sonurin Sigmundur eisini vildi vera listamaður, segði pápin, at hann fyrst skuldi hava eina útbúgving, og tí fór Sigmundur í læru hjá pápa sínum, og seinni til Danmarkar at læra tilskering.

­ Tá vit børn vóru farin heimanífrá, og eingin okkara vóru áhugað í at taka yvir, varð skræddaravirkið selt, sigur Vígdis.

Elsta myndin eftir Sigmundur Petersen, sum hann gjørdi bert 15 ára gamal, er í varðveitslu hjá Býráðnum í Havn.


Umboðaðu Føroyar

á framsýning í fjør

Annars hava bæði Vígdis og Aggi verið við í framsýning í Danmark í fjør, har tær umboðaðu Føroyar saman við Kára Svensson og Olivur við Neyst.

Framsýningin í Smiðjuni er frá í dag til 13. juli, og er opin í tíðarskeiðnum kl. 14 - 18 hvønn dag.

Framsýningin er stuðlað av Dansk-Færøsk Kulturfond.