tilbúgving og hvussu væl hon virkaði. Eg fari tí at loyva mær at seta fram nakrar spurningar í hesum sambandi. Fyri at taka eitt dømi burturúr kunnu vit siga at ein bilur koyrir útav á Vestaru kei eina myrka [...] Torført er at lata verða við at hugsa um tað samlaðu tilbúgvingina nú ein frættir, at partar av henni slettis ikki virka. Fyri stuttum sá eg eina sjónvarps sending, ið var um kavara tilbúgvingina í einum [...] frítíðar skeið? 5.Eru tey/teir á vakt 24 tímar um samdøgrið? Havi frætt at Tórshavnar Sløkkilið ikki hevur hesa ábyrgd, og fari tí at stíla brævið til Tórshavnar Býráð. Møguliga eg havi frætt gali! Vónandi
eru sinnaðir at gjalda næstan 150 milliónir krónur fyri at fáa fatur á honum, sama um hann er livandi ella deyður. Maðurin eitur Abu Musab al-Zarqawi, og amerikanararnir ivast ikki í, at tað er hann, sum [...] tíðarritið Cicero. Blaðið hevur fingið at vita frá einari keldu í týsku fregnartænastuni BND, at al-Zarqawi fyrireikar eitt álop við evnafrøðiligum vápnum. - Vit vita, at hann arbeiðir við málinum, sigur keldan [...] teimum týsku fregnartænastukeldunum roynir al-Zaeqawi at útvega sær evnafrøðilig vápn í Georgia og í Norðurkaukasus. Keldurnar vilja vera við, at hann hevur einar 150 viðhaldsmenn í Evropa, og sambært
býráðsins, har breið semja er um at stuðla. Samanlagt verður mælt til at játta Kr 30.000 kr Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at býráðið allatíðina hevur havt ætlan um at veita eina upphædd í neyhjálp [...] á tí, ger alt jú mun, sigur Steinbjørn og leggur afturat at aftanfyri uppskotið um at veita hendan stuðul liggur líka so nógv eitt ynski um at hjálpa. Sambært kommunustýrisskipan býráðsins er tað býráðið [...] eitt tilmæli frá fleiri nevndum um at játta íalt 30.000 kr. sum stuðul til tey, sum vórðu rakt av flóðalduni í Asiu. Eftir áheitan frá býráðslimum hevur málið um at lata hjálp til tey, sum eru rakt av
politikk fer flokkurin at reka í framtíðini? Tað, sum er farið, er søga, sum lesarin longu hevur fingið at vita, og er tí óáhugavert at hoyra umaftur í eini landsfundarfrásøgn í blaðnum. At ein andstøðuflokkur [...] blaðmansins meting ikki neyðugt at brúka blaðrúmd uppá. Annars átti tað, sum onkur fyrrverandi framstandi sjálvstýrismaður hevur gjørt eftir landsfundin, at fingið formannin at hugsa um, um ikki tað, sum stóð [...] uttanfyri. At blaðmaðurin gjørdi eina niðurstøðu út frá tí, sum hendi á fundinum, er sjálvsagt. Tað er tað hann fór til. Eitt fundarreferat minutt fyri minutt er óáhugaverd. Tað, sum ræður um, er at fáa tað
fara at spæla. Tá tosað verður um teir stóru útlendsku bólkarnar, so verða teir at hoyra bæði fríggjakvøld og leygarkvøld. Fríggjakvøld fara Sarah Brendel, The Rasmus, FR David og Maggie Reilly at spæla [...] DeLuxe og David Phelps verða at hoyra leygardagin. Føroyskir bólkar Haraftur fara eisini nógvir føroyskir bólkar at spæla á Summar Festivalinum, burtur úr rúgvuni kann nevnast, at Høgni Lisberg og Páll Finnur [...] ber til at hoyra millum annað Martin Joensen, Hanus G. Johansen, Kim Hansen, Anfinn & Co og Eyðun & Terja. Summar Festivalurin ætlar sær næstu tíðina at kunngera fleiri føroyskar bólkar, ið fara at spæla
nettupp at fáa ein slíkan sáttmála. Nú hevur tað loksins eydnast soninum í stjórasessinum at fáa ein stóran sáttmála í hús. -Eg ynski bæði Skipasmiðjuni og Thor alt tað besta og vóni, at hetta fer at hepnast [...] týdning fyri skipasmiðjuarbeiði í Føroyum sum heild, at slíkur sáttmáli verður gjørdur. Poul Mohr heldur tað eisini vera ótrúliga flott av fakfelagnum at hava givið hesum projektinum grønt ljós. Var tað ikki [...] hevði skipið verið bygt aðrastaðni. Nú kunnu nógvir føroyskir handverkarar síggja fram til at vera við til at byggja eitt stásiligt far til eitt føroyskt reiðarí, og eydnast hetta væl, so vil hetta slóða
d) døma felag at missa heimavøll e) seta bann fyri at flyta leikarar f) áseta dyst/ir at skula leikast uttan áskoðarar g) áseta dyst/ir at leikast á uttanveltaðum vølli h) døma felag at tapa dyst i) frátaka [...] spurningur um, hvørt tað var neyðugt av Aganevndini at døma felagið at tapa dystin. Og stutt svarað, so var hetta ikki neyðugt. Tá brot verða vigað, eru 13 ymiskir møguleikar, sum eitt felag kann revsast eftir [...] Tað er neyvan nakar ivi um, at Skála framdi brot á kappingarreglurnar, tá teir í dystinum tann 13. mai skiftu Slavisa Kaplanovic inn í dystinum móti B36. Men tað verður frá nógvum síðum reistur spurningur
millum annað til, at søkt verður eftir einum reumatologi til føroyska sjúkrahúsverkið, og um hetta ikki eydnast verður mælt til, at konsulentskipanin verður útbygd. Millum tey 7 tilmælini um at betra viðger [...] viðgerðarviðurskiftini verður eisini mælt til, at rehabiliteringsmøguleikarnir eiga at betrast, við at giktaskúlar verða settir á stovn á øllum 3 sjúkrahúsunum. Á einum giktaskúla lærir sjuklingurin um sjúkuna [...] giktasjúkingar eru, men arbeiðsbólkurin metir, at umleið 7.500 føroyingar hava giktasjúku, harav umleið 500 liðagikt. Arbeiðsbólkurin metir als ikki, at viðgerðin hjá giktasjúklingum eru nóg góð í Føroyum
Felags fyri tey er tó tað, at tey halda ikki, at ein serstakur bólkur skal verða tikin úr rúgvuni grundað á kynsliga sannføring. Fyri Sosialinum upplýsir Sølvar, at ætlanin er at handa allar hesar túsundtals [...] viðgerð. - Vit ynskja kortini at geva enn fleiri fólkum møguleika at senda sína undirskrivt inn ímóti broytingunum, upplýsir Sølvar Michelsen. Hetta kann gerast við at vitja heimasíðuna www.neinei.dk [...] Fyrst í næstu viku fer løgtingið at hava 2. viðgerð av uppskotinum um ætlaðu broytingarnar í revsilógini. Frammanundan hava fleiri fólk bæði í Føroyum og uttanlands sagt sína positivu hugsan um hetta málið
ingur, vart við, at hann ikki metti, at tað vera heilt rætt, tá løgmaður í løgmansrøðuni segði, at í miðal eigur hvør føroysk kvinna í barnførum aldri 2,62 børn. Hann vísti m.a. á, at við einum mobilum [...] ikki samdur í, at føroyskar kvinnur, sum hava lisið uttanlands, hava so stóra ávirkan á burðartíttleikan, sum Magni Laksáfoss førdi fram í Sosialinum í gjár. Hans Pauli Strøm sigur, at um føroyskar kvinnur [...] Danmark skuldu havt so stóra ávirkan burðartíttleikan, so átti hetta at havt sligið ígjøgnum fyri langari tíð síðani, og tí heldur hann, at hetta argumentið kann tykjast heldur tunt, sum hann tekur til.