Høvdu nógvar møguleikar

Tað er neyvan nakar ivi um, at Skála framdi brot á kappingarreglurnar, tá teir í dystinum tann 13. mai skiftu Slavisa Kaplanovic inn í dystinum móti B36.

Men tað verður frá nógvum síðum reistur spurningur um, hvørt tað var neyðugt av Aganevndini at døma felagið at tapa dystin.

Og stutt svarað, so var hetta ikki neyðugt. Tá brot verða vigað, eru 13 ymiskir møguleikar, sum eitt felag kann revsast eftir. Og av hesum hevur Aganevndin valt tann áttanda í røðini.

Í reglugerðini fyri FSF stendur:

 

Brot á viðtøkur, kappingarreglur ella aðrar fyriskipanir innan FSF kann verða sekta soleiðis:

 

a) átalu

b) ávarðing

c) bót

d) døma felag at missa heimavøll

e) seta bann fyri at flyta leikarar

f) áseta dyst/ir at skula leikast uttan áskoðarar

g) áseta dyst/ir at leikast á uttanveltaðum vølli

h) døma felag at tapa dyst

i) frátaka ella tilluta stig og mál

j) frátaka felag heiðursmerki

k) strika meistaraheiti

l) døma lið at flyta í lægri deild

m) koyra felag úr kapping