HAGFRØÐI OG SAMFELAG
Í samrøðu í blaðnum gjørdi Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, vart við, at hann ikki metti, at tað vera heilt rætt, tá løgmaður í løgmansrøðuni segði, at í miðal eigur hvør føroysk kvinna í barnførum aldri 2,62 børn.
Hann vísti m.a. á, at við einum mobilum arbeiðsmarknaði, er neyðugt at rokna allar føroyskar kvinnur við í hagtølini, tvs. eisini kvinnur, sum útbúgva seg í eitt nú Danmark, har kvinnur vanliga ikki eiga eins nógv børn í teimum størru universitetsbýunum sum í Føroyum.
Hans Pauli Strøm er umframt vera landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum eisini sosiologur. Hann er ikki samdur í, at føroyskar kvinnur, sum hava lisið uttanlands, hava so stóra ávirkan á burðartíttleikan, sum Magni Laksáfoss førdi fram í Sosialinum í gjár. Hans Pauli Strøm sigur, at um føroyskar kvinnur, sum komu úr Danmark skuldu havt so stóra ávirkan burðartíttleikan, so átti hetta at havt sligið ígjøgnum fyri langari tíð síðani, og tí heldur hann, at hetta argumentið kann tykjast heldur tunt, sum hann tekur til.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Annað fertilitetsmynstur
Hans Pauli Strøm avvísir tó ikki, at vit í framtíðini fara at síggja hetta fertilitetsmynstrið, sum tey m.a. havt í Danmark í nógv ár, har burðartalið hevur verið munandi lægri enn í Føroyum, men her hava vit í Føroyum so í øllum førum eitt skotbrá.
Hans Pauli Strøm finst eisini greiningini hjá Magna Laksáfoss, har hann eisini framyvir roknar við at stórur partur av kvinnunum ikki skulu roknast við í tað samlaða fólkatalið, tí hetta kann sambært landsstýrismanninum ikki roknast sum ein konstantur faktorur. Hann vísir á, at grundin til, at kvinnur eru farnar av landinum og møguliga ikki eru komnar heimaftur, ikki er genetiskur, sum hann tekur til, men at útbúgving, starvsmøguleikar og mentanarligir grundir eru orsøk til hetta.
Hann heldur eisini, at munirnir á hesum økjum minka millum Føroyar og eitt nú Danmark, og at virksemið økist í tænastuvinnuni og nýggjum, spennandi vinnugreinum.
- Kvinnuuniversið broytist í Føroyum, sigur Hans Pauli Strøm, sum heldur metingina hjá Magna Laksáfoss vera í so fýrakantaða, sum hann málber seg, og hann trýr ikki, at heili 20 % av kvinnunum úr einum føroyskum árgangi fara at hvørva.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Heilsan hjá teimum eldru betrast
Hans Pauli Strøm rósar tó Magna Laksáfoss fyri at bera hetta evnið upp á mál, hóast Hans Pauli Strøm ikki sigur seg vera so pessimistiskan, sum hann metir Magna Laksáfoss.
- Tað er óført, at hann setur spurningar, og tað er gott fyri kjakið.
Hann er tó samdur við, at ávarast skal um tað prinsipiella í hesum, og at vit eiga at taka fyrilit fyri demografiini ella fólkasamansetingini.
- Hvør sigur, at vit skulu gevast at arbeiða, tá vit eru 67 ár, sigur Hans Pauli Strøm og sipar til, at fólk verða betur og betur fyri, og hann heldur tann føroyska arbeiðsmarknaðin vera ov lítið flexiblan.
Magni Laksáfoss segði m.a. í blaðnum í gjár, at Landsstýrið átti at fyrireikað seg til ta vaksandi eldrabylgjuna. Hetta heldur Hans Pauli Strøm okkum best gera við at stimbra reproduktiónina, tí hann heldur skilabestu loysnina upp á hetta vera at økja um tilgongdina í neðra, sum hann tekur til, tvs. at nógv børn skulu verða fødd.
Hann vísir eisini á eftirlønarreformin hjá Landsstýrinum, sum er ein fyrireiking til fígging av komandi eldri ættarliðum.
Hans Pauli Strøm er tó avgjørdur, tá vil vera við, at miðvísur eldrapolitikkur ikki bara eru eldrabýli og røktarheim.
- Tað er tað akutta problemið, sigur Hans Pauli Strøm.
Tá hesi eru bygd, heldur hann at vit eiga at fara undir ein heilsufremjandi eldrapolitikk, so heilsan batnar hjá teimum eldru, tí fleiri í hesum ættarlið hava ov vánaliga heilsu.
- Vit skulu geva teimum eldru tilboð um fysiskan og intellektuellan aktivitet, vit skulu stimbra teirra likamligu og andligu evnir, sigur landsstýrimaðurin, sum heldur at hetta hevði bøtt um heilsuna hjá teimum eldru, umframt at ein sonevndur seniorpolitikkur er neyðugur, so tey eldru verða mett sum eitt tilfeingi á arbeiðsmarknaðinum.
- Hetta er ikki rættiliga komið í gongd enn í Føroyum, sigur Hans Pauli Strøm.
MYNDATEKSTUR:
- Um føroyskar kvinnur, sum komu úr Danmark skuldu havt so stóra ávirkan burðartíttleikan, so átti hetta at havt sligið ígjøgnum fyri langari tíð síðani, sigur Hans Pauli Strøm