Mikudagin fekk Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum handað álit um, hvussu viðgerðin hjá giktasjúkum kunnu betrast í framtíðini.
Í Føroyum eru eingi hagtøl yvir, hvussu nógvir giktasjúkingar eru, men arbeiðsbólkurin metir, at umleið 7.500 føroyingar hava giktasjúku, harav umleið 500 liðagikt.
Arbeiðsbólkurin metir als ikki, at viðgerðin hjá giktasjúklingum eru nóg góð í Føroyum. Eitt nú er eingin serlækni í giktasjúkum (reumatologur) í Føroyum, men ein konsulentskipan er á Landssjúkrahúsinum. Tí mælir bólkurin millum annað til, at søkt verður eftir einum reumatologi til føroyska sjúkrahúsverkið, og um hetta ikki eydnast verður mælt til, at konsulentskipanin verður útbygd.
Millum tey 7 tilmælini um at betra viðgerðarviðurskiftini verður eisini mælt til, at rehabiliteringsmøguleikarnir eiga at betrast, við at giktaskúlar verða settir á stovn á øllum 3 sjúkrahúsunum. Á einum giktaskúla lærir sjuklingurin um sjúkuna, og hvussu ein skal liva við henni. Meginreglan er hjálp til sjálvhjálp. Royndir aðrastaðni vísa, at sjúklingurin fær eitt betri lív, um hann fær vitan um sjúkuna og tekur ábyrgd av sjúkuni.