The Rasmus fríggjakvøld og Shubidua leygarkvøld

Enn hevur Summar Festivalurin ikki kunngjørt endaligu skránna fyri festivalin, men á heimasíðuni hjá festivalinum ber til fáa ein ábending um, nær teir ymsu bólkarnir spæla

Summar Festivalur

Nógvir útlendskir bólkar og sangarar verða við á Summar Festivalinum í ár, og flestu av bólkunum eru heilt kendir her á landi.
Summar Festivalurin gevur á síni heimasíðu fólk eina ábending um, nær teir ymsu bólkarnir, sum higartil eru kunngjørdir, fara at spæla.
Tá tosað verður um teir stóru útlendsku bólkarnar, so verða teir at hoyra bæði fríggjakvøld og leygarkvøld. Fríggjakvøld fara Sarah Brendel, The Rasmus, FR David og Maggie Reilly at spæla, meðan nøvn sum Shubidua, Roger Hogdson, Johnny DeLuxe og David Phelps verða at hoyra leygardagin.

Føroyskir bólkar
Haraftur fara eisini nógvir føroyskir bólkar at spæla á Summar Festivalinum, burtur úr rúgvuni kann nevnast, at Høgni Lisberg og Páll Finnur Páll spæla fríggjakvøld. Leygarkvøld ber til at hoyra millum annað Martin Joensen, Hanus G. Johansen, Kim Hansen, Anfinn & Co og Eyðun & Terja.
Summar Festivalurin ætlar sær næstu tíðina at kunngera fleiri føroyskar bólkar, ið fara at spæla á festivalinum í ár. Meira kann lesast um teir ymsu bólkarnar á heimasíðuni hjá festivalinum á www.summarfestivalur.fo