Nú hóttir hann Evropa

Sambært týsku fregnrtænastuni fyrireikar yvirgangsleiðarin Abu Musab al-Zarqawi álop á mál í Evropa




Hann er eftirlýstur í Jordan, hann er eftirlýstur í Irak, og amerikanararnir eru sinnaðir at gjalda næstan 150 milliónir krónur fyri at fáa fatur á honum, sama um hann er livandi ella deyður.
Maðurin eitur Abu Musab al-Zarqawi, og amerikanararnir ivast ikki í, at tað er hann, sum hevur skipað fyri teimum flestu atsóknunum at irakum og og útlendskum hermonnum í Irak. Hann hevur eisini skipað fyri fleiri burtuflytingum og hevur sjálvur avrættað minst ein gísla.
Nú hóttir hann eisini Evropa, skrivar tað viðurkenda týska tíðarritið Cicero. Blaðið hevur fingið at vita frá einari keldu í týsku fregnartænastuni BND, at al-Zarqawi fyrireikar eitt álop við evnafrøðiligum vápnum.
- Vit vita, at hann arbeiðir við málinum, sigur keldan við Cicero.
Sambært teimum týsku fregnartænastukeldunum roynir al-Zaeqawi at útvega sær evnafrøðilig vápn í Georgia og í Norðurkaukasus. Keldurnar vilja vera við, at hann hevur einar 150 viðhaldsmenn í Evropa, og sambært BND hava nakrir teirra verið virknir í týska landspartinum Baden-Wúrttemberg.