Ótrúliga gott fyri føroyskt skipasmíð

-Eg ynski bæði Thor og Skipasmiðju góða eydnu og rós til fakfelag fyri tess støðu í sambandi við nýggjan skipasáttmála sigur fyrrverandi stjórin á Tórshavnar Skipasmiðju, Poul Mohr.

Tað vóru kærkomin tíðindi at frætta úr Hósvík mánamorgunin, tá sáttmáli varð undirskrivaður millum Thor og Tórshavnar Skipasmiðju um bygging av einum stórum frálandaskipi fyri 75 mill. kr. Ein av teimum, sum fegnast um henda sáttmála, er fyrrverandi stjórin í Tórshavnar Skipasmiðju, Poul Mohr. Eitt av stóru ynskjunum hjá honum í mong ár hevur verið nettupp at fáa ein slíkan sáttmála. Nú hevur tað loksins eydnast soninum í stjórasessinum at fáa ein stóran sáttmála í hús.

-Eg ynski bæði Skipasmiðjuni og Thor alt tað besta og vóni, at hetta fer at hepnast. Tað hevur nógvan týdning fyri skipasmiðjuarbeiði í Føroyum sum heild, at slíkur sáttmáli verður gjørdur. Poul Mohr heldur tað eisini vera ótrúliga flott av fakfelagnum at hava givið hesum projektinum grønt ljós.

Var tað ikki hent, so var rætt og slætt eingin sáttmáli. Tá hevði skipið verið bygt aðrastaðni. Nú kunnu nógvir føroyskir handverkarar síggja fram til at vera við til at byggja eitt stásiligt far til eitt føroyskt reiðarí, og eydnast hetta væl, so vil hetta slóða fyri øðrum sáttmálum við.