Ver nú realistiskur Kári

Tað er hvørki persónliga politiskt litað ella niðurgerandi, sum blaðmaðurin á Sosialinum skrivaði frá landsfundi Sjálvstýrisfloksins í Vágum.
Hvørja politiska sannføring blaðmaðurin hevur, er slíkum uppgávum fullkomuliga óviðkomandi, og tað hevur blaðmaðurin eisini í hesum førinum hildið uttanfyri.
At blaðmaðurin gjørdi eina niðurstøðu út frá tí, sum hendi á fundinum, er sjálvsagt. Tað er tað hann fór til. Eitt fundarreferat minutt fyri minutt er óáhugaverd. Tað, sum ræður um, er at fáa tað »vesentliga«, sum hendi á fundinum, út til lesaran. T.d. hvørjar framtíðarætlanir flokkurin hevur. Hvønn politikk fer flokkurin at reka í framtíðini?
Tað, sum er farið, er søga, sum lesarin longu hevur fingið at vita, og er tí óáhugavert at hoyra umaftur í eini landsfundarfrásøgn í blaðnum.
At ein andstøðuflokkur er ósamdur við samgonguna, er eingin nýggjheit. Tað er sjálvsagt, og eftir blaðmansins meting ikki neyðugt at brúka blaðrúmd uppá.
Annars átti tað, sum onkur fyrrverandi framstandi sjálvstýrismaður hevur gjørt eftir landsfundin, at fingið formannin at hugsa um, um ikki tað, sum stóð í Sosialinum nú mundi vera á rættiliga góðari leið.

Edvard Joensen
blaðmaður