Klaksvík:
Á býráðsfundi týskvøldið skal Klaksvíkar Býráð taka støðu til eitt tilmæli frá fleiri nevndum um at játta íalt 30.000 kr. sum stuðul til tey, sum vórðu rakt av flóðalduni í Asiu. Eftir áheitan frá býráðslimum hevur málið um at lata hjálp til tey, sum eru rakt av flóðalduni í Asiu, verið viðgjørt í nøkrum av nevndum býráðsins, har breið semja er um at stuðla. Samanlagt verður mælt til at játta Kr 30.000 kr
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at býráðið allatíðina hevur havt ætlan um at veita eina upphædd í neyhjálp til vanlukkurakta økið. 30.000 krónur ljóðar kanska ikki av so nógvum, men hjá teimum, sum hava tørv á tí, ger alt jú mun, sigur Steinbjørn og leggur afturat at aftanfyri uppskotið um at veita hendan stuðul liggur líka so nógv eitt ynski um at hjálpa.
Sambært kommunustýrisskipan býráðsins er tað býráðið, sum tekur endaliga støðu til játtanir av slíkum slag. Í hesum førinum eru pengarnir savnaðir í smáum upphæddum, sum eru fluttar frá ymsum játtanum á fíggjarætlan býráðsins, millum annað frá sosiala- og mentanarøkinum umframt øðrum játtanum.