ðið er gjørt. Landsstýrisfólkini hava lagt síni ynskir fram og nakað er tosað um raðfestingar, men hetta verður gjøgnumarbeitt á fundunum við Gjógv. -Hetta er ein yvirskipað gjøgnumgongd av, hvat vit ætla [...] Johannesen, løgmaður. - Ætlanin er ikki at fara í smálutir og heldur ikki at melda beinleiðis út, hvar vit til dømis ætla at spara. Karmarnir verða skaptir, og so er tað upp til landsstýrisfólkini og
februar 2016 at fara undir tilgongd at keypa øki til grundøkir á Skála. Talan er um økið millum Hórheiðar og Dalabø, sum er almenn jørð og tískil skal keypast frá Búnaðargrunninum. Tekniska deild hjá kommununi [...] raðhúsa- og íbúðarbygging. Hvussu nógv grundøki talan kann vera um valdast, hvat fyri slag av bygging talan verður um. Ætlanin er, at vegur til økið skal vera frá Hórheiðum og niðanum friðaða økið, sum liggur [...] og niðanum sambýlið á Skála. Enn er ikki farið undir ítøkiliga arbeiðið við útstykkingini. Nú býráðið á fundi hóskvøldið samtykti at fara undir tilgongd at keypa økið, er sjøtul settur á.
mikukvøld, tað er 27. mai, verður ein forkunnugur, almennur fundur. Tá verður nevniliga ein almenn hoyring um mannarættindi í Føroyum og tann fundurin verður í Posthúskjallaranum í Havn. Tað er løgmanssskrivstovan [...] og endamálið er at lata borgarar og áhugabólkar sleppa til orðanna at siga sína hugsan um mannarættindastøðuna í landinum. Løgmansskrivstovan sigur í einum tíðindaskrivi, at hoyringin er liður í ”Universal [...] ”Universal Periodic Review” tilgongdini hjá ST, stytt UPR. Hetta er ein tilgongd, har øll ST limalond lata eina frágreiðing inn um mannarættindini og síðani skulu tey møta fyri Mannarættindaráðnum hjá ST at
viðmerking við in.fo, at fóturin er lagdur í gips, men at hann helst ikki er brotin. - Eg var á skaðastovuni eftir dystin, og fóturin er fyribils lagdur í gips. Fóturin er tó ikki brotin. Eg skal aftur til [...] til kanningar fríggjadagin, og tá fái eg nærri at vita, hvat ið skal henda við fótinum. Greitt er tó, at Páll Klettskarð ikki verður á KÍ liðnum fríggjakvøldið, tá teir á heimavølli móti NSÍ skulu spæla
dagarnar gekk sær ein túr í hesum náttúruvakra øki. Kunoyarbygd er við sínari stórslignu náttúru, vøkru homrum og fjøllum ein perla, og viðarlundin er ein vakur blettur í hesum umhvørvi. Eliana Svøðstein sigur [...] Børkurin á trænum á innsettu myndini er rivin burtur og lá sløddur kring træið. Borgarstjórin í Kunoyar kommunu, Meiken Sólheyg Michaelsen, sigur við In.fo, at tey vita ikki, hvat hevur gingið fyri seg her, men [...] harmast um hesa viðferð, sum viðarlundin hevur fingið. - Eg vóni ikki, at hetta er nakað, sum fer at endurtaka seg, tí viðarlundin er til gleði og gagns fyri mong, sigur borgarstjórin í Kunoyar kommunu.
Í hesum døgum er serliga 100 ára jubileums-kappingin hjá Copa America, sum USA er vertur fyri. Suðuramerikanska fótbóltssamgongan hevur kunngjørt vertsskapirnar fyri Copa America kappingarnar í 2019, og [...] var HM-vertur í 2014, sum er OL-vertur, og harvið eisini vertur fyri olympisku fótbóltskappingina í ár, verður vertur fyri Copa America í 2019. COMNEBOL hevur eisini kunngjørt hvat land verður vertur fyri [...] fyri Copa America í 2023, og er luturin fallin á Ekvador. Brasil hevur vunnið Copa America kappingina átta ferðir, men tað er lítið sammett við Uruguay og Argentina. Uruguay hevur vunnið kappingina 15 ferðir
Ólavur Olsen. Orkestrið hevur verið virkið í eina tíð, og á konsertini er høvið at hoyra hvat er komið burturúr. Føroya klarinettorkestur er mannað við klarinettleikarum úr øllum landinum. Orkestrið hevur seinastu [...] m, har orkestrið hevur verið stórliga fagnað. Tað er Bernharður Wilkinson sum stjórnar Føroya Landsorkestri. Messingorkestur Tórshavnar Musikkskúla er úrslit av samstarvi millum teir fýra messinglærararnar
serligum skeiði í at fyrireika komandi foreldur til at fáa børn. - Talan er um eitt skeið, við heitinum ”Eru tit Klár?”. Endamálið er at undirvísarar frá Gigni undirvísa komandi foreldrum í bólkum um alskyns [...] á heimasíðu síni. - Talan er um at foreldur møtast fýra ferðir, ferðir, tvær ella tríggjar ferðir í viðgongutíðini og síðani eisini eftir føðing.
Endamálið við skeiðnum er, at førleikamenna komandi [...] komandi foreldur til at fáa børn, bæði, hvat tilknýti ímillum barn og foreldur, heilsu, trivnaði og atburði ímóti barninum viðvíkur. Endamálið við skeiðnum er eisini at brynja foreldrini til at handfara tað máttloysi
nátt hevur fingið fleiri áir at loypa og ymsa staðni er um reppið, at tað floymir yvir. Myndin ovast vísir fyribils byrgingina um Sandá. Eitt lítið hol er í byrgingini, sum áin hevur runnið ígjøgnum, og higartil [...] Tað tykist, sum at holið er ov lítið, til at taka stóru vatnmongdirnar. Omanfyri byrgingina liggja hús lágt og nær ánni, og fleiri av hesum grannunum eru nú farnir at óttast, hvat kann henda, um byrgingin [...] byrgingin skuldi skrædnað. Hetta er fyrsta stóra regnið vit hava havt í ár, so væntast kann, at slíkar støður fara at taka seg upp aftur komandi mánaðirnar. So er spurningurin, um verkætlanarleiðarin, sum hevur
kósina. Eftir formansrøðuna verður kjak, har orðið er frítt. Seinnapartin leygardagin verður orðaskifti, har evnið er Ójavni. - Hvussu veksur ójavnin, og hvat hevur tað við sær, verður spurt á fundinum. [...] Fríggjakvøldið fer eisini ein gestur at røða, tað er Camilla Brejner Schwalbe, nýliga fráfarin forkvinna í DSU, Dansk Sosialdemokratisk Ungdom. Hon er í býráðnum í Tårnby, men hevur serliga gjørt vart [...] sum íðin politiskur viðmerkjari. Hon hevur eisini at, tá ið hon heldur, at danski javnaðarflokkurin er farin av kós. Leygarmorgunin hevur Aksel V. Johannesen formansrøðuna. Har fer hann at kunna um ætlanir