Eftir tilmæli frá byggi- og býarskipanarnevndini samtykti Runavíkar býráð hóskvøldið 25. februar 2016 at fara undir tilgongd at keypa øki til grundøkir á Skála. Talan er um økið millum Hórheiðar og Dalabø, sum er almenn jørð og tískil skal keypast frá Búnaðargrunninum.
Tekniska deild hjá kommununi hevur gjørt uppskot um, hvussu økið frá Hórheiðum og suður ímóti friðaða økinum á Horni á Skála kann skipast sum sethúsa-, raðhúsa- og íbúðarbygging.
Hvussu nógv grundøki talan kann vera um valdast, hvat fyri slag av bygging talan verður um.
Ætlanin er, at vegur til økið skal vera frá Hórheiðum og niðanum friðaða økið, sum liggur upp at økinum, ið ætlanir eru um at byggja á, og frá Skálavegnum og niðanum sambýlið á Skála.
Enn er ikki farið undir ítøkiliga arbeiðið við útstykkingini. Nú býráðið á fundi hóskvøldið samtykti at fara undir tilgongd at keypa økið, er sjøtul settur á.