Føroya Landsorkestur, Messingbólkur Tórshavnar Musikkskúla og Føroya klarinettorkestur hava konsert leygardagin kl. 17.00 í Læraraskúlahøllini.
Blásilærarar Musikkskúlans stovnaðu fyri nøkrum árum síðani Landsorkestrið, við tí fyri eygað at næmingar úr øllum landinum fingu høvið at spæla saman í einum dygdargóðum orkestri. Hettar hevur hepnast væl, og hevur orkestrið umframt eina ørgrynnu av konsertum kring Føroyar, eisini verið á fleiri uttanlandsferðum, har orkestrið hevur verið stórliga fagnað. Tað er Bernharður Wilkinson sum stjórnar Føroya Landsorkestri.
Messingorkestur Tórshavnar Musikkskúla er úrslit av samstarvi millum teir fýra messinglærararnar sum starvast í skúlanum. Hesir eru: Kenneth Jones, Atli K Petersen, Jens Knudsen og Ólavur Olsen. Orkestrið hevur verið virkið í eina tíð, og á konsertini er høvið at hoyra hvat er komið burturúr.
Føroya klarinettorkestur er mannað við klarinettleikarum úr øllum landinum. Orkestrið hevur seinastu árini verið sera virkið við nógvum konsertum í Føroyum, umframt fleiri væleydnaðum uttanlandsferðum. Peder Riis-Jenen stjórnar Føroya klarinettorkestri.










