Til Gjáar at leggja fíggjarkarmar

Hósdagin og fríggjadagin fara landsstýrið og samgonguumboðini í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum til Gjáar at leggja fíggjarkarmarnar fyri komandi árini

Seinastu árini hevur tað verið soleiðis, at landstýrið áðrenn 1.apríl skal leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um fíggjarkarmarnar fyri komandi árini.

 

Í ár fara umboð fyri samgonguna - landsstýrisfólkini og samgonguumboðini í fíggjarnevndini - saman við aðalstjórum og embætisfólkum úr fíggjarmálaráðnum til Gjáar at gera hesar karmar.

 

Fyrireikingararbeiðið er gjørt. Landsstýrisfólkini hava lagt síni ynskir fram og nakað er tosað um raðfestingar, men hetta verður gjøgnumarbeitt á fundunum við Gjógv.

 

-Hetta er ein yvirskipað gjøgnumgongd av, hvat vit ætla at raðfesta komandi árini og hvar vit skulu spara, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

- Ætlanin er ikki at fara í smálutir og heldur ikki at melda beinleiðis út, hvar vit til dømis ætla at spara. Karmarnir verða skaptir, og so er tað upp til landsstýrisfólkini og aðalráðini at fylla karmarnar út, tá ið uppskotið um fíggjarlóg fyri næsta ár verður gjørt, sigur løgmaður.