Páll endaði á sjúkrahúsinum

Áleyparin á KÍ liðnum, Páll Klettskarð, endaði á sjúkrahúsinum, eftir at hann meiddi sær fótin illa undir dystinum

Áleyparin á KÍ liðnum, Páll Klettskarð, endaði á sjúkrahúsinum, eftir at hann meiddi sær fótin illa í seinna hálvleiki.

Tað var eftir eina støðu í seinna hálvleiki, at KÍ áleyparin, Páll Klettskarð, mátti berast av vøllinum á børu. Seinni kom sjúkrabilurin eisini eftir Páll Klettskarð, og tí bendi alt á, at Páll helst hevði brotið beinið.

 

Men boðini sum Páll fekk á Landssjúkrahúsinum, vóru tíbetur hampuliga góð.

Páll sigur í stuttari viðmerking við in.fo, at fóturin er lagdur í gips, men at hann helst ikki er brotin.

 

-       Eg var á skaðastovuni eftir dystin, og fóturin er fyribils lagdur í gips. Fóturin er tó ikki brotin. Eg skal aftur til kanningar fríggjadagin, og tá fái eg nærri at vita, hvat ið skal henda við fótinum.

     

Greitt er tó, at Páll Klettskarð ikki verður á KÍ liðnum fríggjakvøldið, tá teir á heimavølli móti NSÍ skulu spæla seinasta dystin áðrenn summarsteðgin.