Brasil verður vertur fyri Copa America í 2019

Suðuramerikanska fótbóltssamgongan hevur kunngjørt hvør hevur vertsskapin til Copa America í 2019 og í 2023

Í hesum døgum er serliga 100 ára jubileums-kappingin hjá Copa America, sum USA er vertur fyri.

 

Suðuramerikanska fótbóltssamgongan hevur kunngjørt vertsskapirnar fyri Copa America kappingarnar í 2019, og í 2023.

 

Brasil skal fyri triðju ferð innanfyri fimm ár verða vertur fyri eitt stórt endaspæl í fótbólti. COMNEBOL kunnger, at Brasil, sum var HM-vertur í 2014, sum er OL-vertur, og harvið eisini vertur fyri olympisku fótbóltskappingina í ár, verður vertur fyri Copa America í 2019. COMNEBOL hevur eisini kunngjørt hvat land verður vertur fyri Copa America í 2023, og er luturin fallin á Ekvador.

 

Brasil hevur vunnið Copa America kappingina átta ferðir, men tað er lítið sammett við Uruguay og Argentina. Uruguay hevur vunnið kappingina 15 ferðir, og Argentina hevur vunnið kappingina 14 ferðir. Men Brasil hevur góð Copa America hagtøl á heimavølli. Hvørja ferð kappingin hevur verið í Brasil hevur Brasil vunnið Copa America kappingina.