Nógva regnið í nátt hevur fingið fleiri áir at loypa og ymsa staðni er um reppið, at tað floymir yvir.
Myndin ovast vísir fyribils byrgingina um Sandá. Eitt lítið hol er í byrgingini, sum áin hevur runnið ígjøgnum, og higartil hevur hetta virkað eftir ætlan.
Nógva regnið í nátt hevur tó elvt til trupulleikar. Tað tykist, sum at holið er ov lítið, til at taka stóru vatnmongdirnar.
Omanfyri byrgingina liggja hús lágt og nær ánni, og fleiri av hesum grannunum eru nú farnir at óttast, hvat kann henda, um byrgingin skuldi skrædnað.
Hetta er fyrsta stóra regnið vit hava havt í ár, so væntast kann, at slíkar støður fara at taka seg upp aftur komandi mánaðirnar. So er spurningurin, um verkætlanarleiðarin, sum hevur byggingina av brúnni um Sandá um hendi, fer at gera holið størri ella á annan hátt loyvi ánni at renna meiri ótarnað um byrgingina.