Siga sína meining um mannarættindini í Føroyum

Tað er alment og har sleppur vanliga fólki, og áhugabólkar, at siga sína hugsan

Næsta mikukvøld, tað er 27. mai, verður ein forkunnugur, almennur fundur.

Tá verður nevniliga ein almenn hoyring um mannarættindi í Føroyum og tann fundurin verður í Posthúskjallaranum í Havn. 

 

Tað er løgmanssskrivstovan, sum skipar fyri og endamálið er at lata borgarar og áhugabólkar sleppa til orðanna at siga sína hugsan um mannarættindastøðuna í landinum.

 

Løgmansskrivstovan sigur í einum tíðindaskrivi, at hoyringin er liður í ”Universal Periodic Review” tilgongdini hjá ST, stytt UPR.

 

Hetta er ein tilgongd, har øll ST limalond lata eina frágreiðing inn um mannarættindini og síðani skulu tey møta fyri Mannarættindaráðnum hjá ST at eftirmeta mannarættindastøðuna í landinum.

 

Afturímóti øðrum frágreiðingum, sum snúgva seg um einstøkar mannarættindasáttmálar, fevnir hendan frágreiðingin um allar ST mannarættindasáttmálar.

 

Føroyar skulu gera eitt ískoyti til frágreiðingina, saman við Danmark og Grønlandi, og í føroyska partinum verða atlit verða tikin til, hvat kemur fram á fundinum næsta mikudag.