Onkur hevur verið í viðarlundini í Kunoy og gjørt feigdina um seg. Tað ásannaði Eliana Svøðstein, tá hon í góðveðrinum um dagarnar gekk sær ein túr í hesum náttúruvakra øki.
Kunoyarbygd er við sínari stórslignu náttúru, vøkru homrum og fjøllum ein perla, og viðarlundin er ein vakur blettur í hesum umhvørvi.
Eliana Svøðstein sigur á sínari facebook-síðu, at tá hon kom innar í viðarlundina, var tað ikki ein vøkur sjón, ið møtti henni. Børkurin á trænum á innsettu myndini er rivin burtur og lá sløddur kring træið.
Borgarstjórin í Kunoyar kommunu, Meiken Sólheyg Michaelsen, sigur við In.fo, at tey vita ikki, hvat hevur gingið fyri seg her, men hon harmast um hesa viðferð, sum viðarlundin hevur fingið.
- Eg vóni ikki, at hetta er nakað, sum fer at endurtaka seg, tí viðarlundin er til gleði og gagns fyri mong, sigur borgarstjórin í Kunoyar kommunu.