upp. Tað ger tað ikki betri, at tokførarin við gráturødd skríggjar ?Mayday, mayday? í hátalaran. Her er alt ein hurlivasi. Summi rópa, onnur royna at vera rólig og øll royna at sleppa út. Bara út. Langt vekk [...] stendur at lesa um, at tokførarin boðaði myndugleikunum frá, at tað var ein feilur við tokinum, men hetta varð sagt ikki at hava týdning, og tokið kundi halda fram. Eitt blað vildi eisini vera við, at ein [...] virkar sannlíkt, at lívið kann steðga her, men allíkavæl er tað logiskt, at her, eins og onkuntíð áður, er ein bjarging ávegis. Spurningurin um at skriva næstu greinina, gamlar uppgerðir ella at náða næsta lívsmálið
skula koyra børnini á stovn, tí at bæði foreldrini eru noydd at arbeiða fulla tíð fyri at fáa tað fíggjarliga at hanga saman, sigur Fía, sum setur spurnartekin við, hvussu "neyðugt" tað nú í grundini altíð [...] inntøkum. Men tá hon dittar sær til at gera vart við, at fólk sjálvi hava valt eina slíka tilveru, fellur tað sjáldan í góða jørð. - Eg fái sum oftast bara at vita, at eg ikki veit, hvat eg tosi um, tí eg [...] óhugnaligt, tá tú hugsar um, at vit jú allatíðina mennast sum menniskju og fáa hug at royna nýggjar síður av okkum sjálvum. Lívið er kjokkfult av møguleikum og alt ov stutt til ikki at brúka teir, meðan tú kanst
almenna yvir til fakfeløgini og arbeiðsgevarar at berjast um. Hann sigur at teir við lóg hava álagt arbeiðsgevarum at gjalda henda fyrsta sjúkadagin. Veruleikin er, at bæði sambært fakfeløgunum og arbeiðsgevarunum [...] vilja teir sjálvsagt royna at draga tað innaftur í lægri lønarkostnaðum. Við tí úrsliti - sum eg skrivaði - at uppaftur størri munur verð-ur millum partarnar. Tá ið Høgni hevur roynt at vart seg og flokkin [...] tjóðveldisblaðnum Fregnum. Høgni sigur at eg lúgvi, tá eg sigi, at hann hevur kallað lønarkrøvini ábyrgdarleys. Men tað var ikki tað eg skrivaði. Eg skrivaði at hann "gevur sínum landsstýrismanni sín fulla
Føroyingar fara nú eisini at royna at veiða tunfisk undir Føroyum, og er nú fyrsti rættiligi tunfiskabáturin keyptur úr Malaysiu, so at siga klárur at fara til fiskiskap. Upprunaliga er hetta trolari bygdur [...] annað, sigur Hans Andrias, at teir fara at royna at selja veiðina sjálvir og soleiðis fáa sum frægast burturúr. Og viðvíkjandi tí góða prísinum fyri tunfisk, sigur Hans Andrias, at hann svingur úr 4-700 krónur [...] - hann var staddur í Malaysiu - og metti hann tá, at teir fóru at sigla »Leitistein« heim um vikuskiftið. Tað gekk ikki so skjótt á skipasmiðjuni, tó at báturin hevur klassapappírini, sum Hans Andrias hevði
snýr tað seg meiri um at læra og gerast betur til eina ítróttargrein, sum er í framgongd. Tað er feitt at síggja, at allir gera framstig, sigur Helgi Winther Olsen, sum hevur vónir um at standa seg upp aftur [...] Tíverri, so vístu fimm teir fyrstu seg at vera væl sterkari á hesum teininum. Tað er Helgi eisini skjótur at ásanna og viðgongur, at hann bara má blíva betur til at súkkla á líknandi teinum. Í Føroyum stríðast [...] Framgongdin á økinum kemur millum annað av, at nýtt fjallasúkklufelag er stavnað. Tað eitur MTBFO og felagið er við til at menna fjallasúkkling í Føroyum. Eg haldi at allar gera framstig. Tað kemur av miðvísari
nærri við at økja enn meira um leiðsluna, og tó at hetta ikki eydnaðist, so oyðilegði tað ikki stevnuhýrin hjá fuglfirðingunum. Bert spell, at nakrir teirra skuldu vera somikið lítið at sær komnir, at teir [...] steypinum. Hjá KÍ var hinvegin ikki so nógv at flenna at. Eitt er, at skaðalistin er langur, og at liðnum tí tørvar fleiri av vanligu stuðlunum. Men tað kann ikki krógva, at hugburðurin fyri tað nógva var langt [...] stig í fýra dystir, skuldi royna seg móti ÍF, sum ikki hevði vunnið landskappingardyst í átta umfør. Tí var einki at siga til, at báðir partar sóu hetta sum ein møguleika at endurreisa sjálvsálitið. Tað
á Fjallinum og Duritu Thomsen er nú høvið at enduruppliva nakað av tí autentiska huglagnum, sum var á Káta Horninum. Ole Wich, sum javnan vitjaði her, fer nú at sýna fram originalar tekningar, sum hann [...] hjá fólki. Í fleiri ættarlið var hetta fremsti savningarstaður í Havn. Fleiri vóru, ið tvíhildu um, at hetta var eitt tað týdningarmesta hús í býnum. Tí hoyrist enn, hvussu hørm fólk vórðu, tá »Kondittaríið« [...] tók listamaðurin skitsublokkin fram og teknaði fólk, sum ikki bara komu og fóru, men eisini settu seg at kjakast við aðrar kaffistovugestir um lívsins djúpu viðurskifti. Á borðinum kundi standa eplasalat
aftur at ballast, var eg næstan flóv av at vera havnarfólk. Ger tað nakað, at ikki alt fyrigongur í høvuðsstaðnum? Eitt er, at man ikki er til alternativan tónleik ella at man ikki hevur tíð at fara á [...] alt hitt, eg skuldi hava til at yvirliva í 2 dagar í tjaldi. Berið í minni, at eitt havnarfrell sum eg sjálv ikki er vant við at bara soleiðis rýma úr Havnini, so ilt er at vita, hvat ein tekur við sær [...] bongotrummunum. Konsertirnar eru soleiðis skipaðar, at tær smærru konsertirnar eru ímillum tær á sandinum. Eg helt, at tær fóru at vera í senn, og at man so mátti velja og vraka. Men á henda hátt, kann
Tær søgdu sínar útrokningar vísa, at útreiðslurnar fyri at taka sær av einum barni eru umleið 4000 krónur um mánaðin. Tær søgdu eisini, at staki uppihaldarin hevur rætt til 1016 krónur um mánaðin pr. barn [...] so eitt barnaískoyti á 500 krónur um mánaðin frá tí almenna. Síðani staðfestu tær, at »TAÐ ER TAЫ. Tær nevndu ikki, at tann, ið hevur barnið búgvandi, fær aðrar 800-1000 krónur pr. barn um mánaðin í s [...] Nevnast skal, at talan er um frádrátt í skattinum, ikki í inntøkuni, og um uppihaldarin ikki rindar skatt, so fær hon/hann peningin útflýggjaðan frá TAKS. So kann ein spyrja, um tað er órímiligt, at ein støk
heimabankaskipanina. At tað var rætt, er í dag ongin ivi um. Talið av teimum sum hava telduútgerð heima við hús er øgiliga stórt, og hetta ger, at marknaðurin fyri hesari vøru er sera stórur. At skipanin er vælegnað [...] Føroysku peningastovnarnir royna at fylgja við menningini og bjóða kundunum tær nýggjastu tænasturnar. Ikki kemur alt líka skjótt fram í Føroyum, sum tað kemur fram í útheiminum, men tað er ikki tað t [...] sparikassunum, alt eftir hvønn peningastovn tú hoyrir til. Og tað sær út til, at skipanin er væl móttikin. Úr Føroya Sparikassa siga tey, at har hava fleiri fólk teknað seg til skipanina, enn tey høvdu roknað við