»Homebanking« á veg fram

Fyri stuttari tíð síðani bjóðaðu føroysku peningastovnarnir kundunum eina nýggja tænastu. Tað er »homebanking« skipanin. Og tað tykist, sum er hon væl móttikin. Í Danmark er homebanking framúr væl dámd

Føroysku peningastovnarnir royna at fylgja við menningini og bjóða kundunum tær nýggjastu tænasturnar.

Ikki kemur alt líka skjótt fram í Føroyum, sum tað kemur fram í útheiminum, men tað er ikki tað týdningarmiklasta.

Fyri stuttari tíð síðani bjóðaðu føroysku peningastovnarnir og Elektron fram nýggja tænastu, kallað Heimabanki og Heimagreiðsla í sparikassunum, alt eftir hvønn peningastovn tú hoyrir til.

Og tað sær út til, at skipanin er væl móttikin.

Úr Føroya Sparikassa siga tey, at har hava fleiri fólk teknað seg til skipanina, enn tey høvdu roknað við.

Sparikassin hevði ikki sett sær nakað beinleiðis mál, men sum tað sær út nú, so er áhugin størri enn væntað.


Sera væl dámd

í Danmark

Í Danmark kom fyrsta heimabankaskipanin í 1994.

Tað var tann lítli bankin Lån & Spar Bank sum uppfann hetta í bankaverðini nýggja fyribrigdið.

Slagorð bankans var, at kundarnir skuldu fáa eina góða tænastu uttan at gjalda ógvuslig tænastugjøld afturfyri, og sum ein miðil í kappingini móti teimum stóru bankunum bjóðaði hesin nýggi bankin heimabankaskipanina.

At tað var rætt, er í dag ongin ivi um.

Talið av teimum sum hava telduútgerð heima við hús er øgiliga stórt, og hetta ger, at marknaðurin fyri hesari vøru er sera stórur.

At skipanin er vælegnað hjá virkjum eisini, ger bara marknaðin enn størri.

Harafturat kemur, at kundarnir kunnu spara uppá flytingarkostnaðin, við at gera tær heimanifrá, og tað sum er spart er vunnið.

Í dag er tað bert Jyske Bank, sum ikki bjóðar fram heimabanka, men teir koma skjótt við, skilst.

Og tað gongur stútt framá.


200.000 kundar

Donsku bankarnir hava sum er fingið 200.000 kundar og umleið 10.000 nýggir kundar teknað seg til skipanina hvønn mánað.

Í Unibank siga teir, at teir nú hava 62.000 tilmeldingar og teir verða ikki bilsnir, um talið fer upp um 100.000 í ár.

? Tað gongur bara skjótari og skótari, sigur Otto Feierskov, deildarstjóri í Unibank.

Og frá Den Danske Bank ljóða somu boð.

Tær tænastur sum oftast verða brúktar, eru saldofyrispurningar og vanligar flytingar. Tænastur tú eisini fært í føroysku skipanini.

Ein donsk kanning vísir, at tað serliga eru akademikarar og sjálvstøðug vinnurekandi sum fáa sær heimabankaskipanir.

Hetta ber enn ikki til at siga nakað um í Føroyum, men sum skilst úr Sparikassanum, so eru kundarnir javnt spjaddir á starvsbólkar.

Í Danmark er ávísur ótti fyri uppsagnum í kjalarvørrinum á heimabankanum.

Men í Finansforbundet eru teir ikki bangnir.

? Sjálvandi missa nøkur bankafólk størvini, men vit fáa brúk fyri fleiri EDV-fólkum, sigur Søren Dalmark, formaður í Finansforbundet.

Hvussu verður í Føroyum við hesum er áhugavert, men samstundis er tað alt ov tíðliga at siga nakað um tað enn.