»Hvar eru páparnir?«

Kjakið um stakar uppihaldarar í seinastu viku fór skjótt av sporinum. Í morgunsending hjá ÚF, í sending á Rás2 og grein í bløðunum, vóru tvær damur og greiddu frá einari kanning, tær hava gjørt í sambandi við sín lestur á Danmarks Pedagogiske Universitet.

Tær søgdu sínar útrokningar vísa, at útreiðslurnar fyri at taka sær av einum barni eru umleið 4000 krónur um mánaðin. Tær søgdu eisini, at staki uppihaldarin hevur rætt til 1016 krónur um mánaðin pr. barn frá pápanum, og so eitt barnaískoyti á 500 krónur um mánaðin frá tí almenna. Síðani staðfestu tær, at »TAÐ ER TAЫ.
Tær nevndu ikki, at tann, ið hevur barnið búgvandi, fær aðrar 800-1000 krónur pr. barn um mánaðin í skattafrádrátti (skiftandi frá kommunu til kommunu). Hetta broytir nevniliga nógv upp á roknistykkið. Nettoútreiðslan verður sostatt ikki 4000 – (1016+500) = 2484 krónur, sum damurnar søgdu, men 4000 – (1016+500+917) = 1567 krónur pr. barn um mánaðin (skattafrádrátturin er 917 krónur um mánaðin pr. barn í Tórshavnar kommunu). Nevnast skal, at talan er um frádrátt í skattinum, ikki í inntøkuni, og um uppihaldarin ikki rindar skatt, so fær hon/hann peningin útflýggjaðan frá TAKS.
So kann ein spyrja, um tað er órímiligt, at ein støk mamma/stakur pápi hevur eina nettoútreiðslu á 1500-1600 krónur um mánaðin pr. barn, tá bruttoútreiðslan er 4000 krónur um mánaðin. Tær millumverandi 2400-2500 krónurnar fær staki uppihaldarin jú endurgoldið. Damurnar søgdu jú eisini, at »tað hevði verið meiri rímiligt, um bæði foreldrini rindaðu hvør sína helvt av teimum 4000 krónunum«. So hvør er meiningin at fara eftir pápunum/mammunum, sum barnið ikki býr hjá, eftir fleiri pengum, soleiðis sum bæði damurnar og í minsta lagi tveir politikarar, sum luttóku í kjakinum í seinastu viku, skutu upp?