»Kondittaríið« á Káta Horninum í Havn, livir enn í minninum hjá fólki. Í fleiri ættarlið var hetta fremsti savningarstaður í Havn. Fleiri vóru, ið tvíhildu um, at hetta var eitt tað týdningarmesta hús í býnum. Tí hoyrist enn, hvussu hørm fólk vórðu, tá »Kondittaríið« lat aftur í 2003.
Í klædnahandlinum hjá Rebekku á Fjallinum og Duritu Thomsen er nú høvið at enduruppliva nakað av tí autentiska huglagnum, sum var á Káta Horninum.
Ole Wich, sum javnan vitjaði her, fer nú at sýna fram originalar tekningar, sum hann gjørdi á »Kondittarínum« síðst í 1980’unum.
Javnan tók listamaðurin skitsublokkin fram og teknaði fólk, sum ikki bara komu og fóru, men eisini settu seg at kjakast við aðrar kaffistovugestir um lívsins djúpu viðurskifti. Á borðinum kundi standa eplasalat við heitum frikadellum, skálir við mandlurísi og kirsuberjasós og rúkandi heitt kaffi úr Restorffs-koppunum.
##med2##
Flestu tekningar eru í A5 stødd og gjørdar við ymsari tøkni. Ole Wich teknar bæði við blýanti og fyllipenni, men brúkar eisini brúna kaffi, sum er tað seinasta í koppinum, at geva myndaevnunum lit. Tekningarnar eru til sølu.
##med3##
Framsýningin letur upp leygardagin 2. desember kl. 10:00, tá vit bjóða gestum og viðskiftafólki kaffi og lagkøka, antin tit vilja royna klædnavørur frá teimum báðum sniðgevunum, Duritu Thomsen og Rebekku á Fjallinum, ella tit vilja granska og njóta tekningarnar úr søguni hjá »Kondittarínum«.
Framsýningin er opin mán-frí. kl. 10-17.30 og ley. kl. 10-16 fram til 16. desember. Vælkomin!













