»Kom á G!«

Gøta? Grót? Gestir? Gaman. Gleði. Gott. Avbera Gott! Við Rannvá á G! Festival 18.-19. juli

Destination: Gøta
Eg havi pakkað mær ryggsekkin, soviposan, mat og alt hitt, eg skuldi hava til at yvirliva í 2 dagar í tjaldi. Berið í minni, at eitt havnarfrell sum eg sjálv ikki er vant við at bara soleiðis rýma úr Havnini, so ilt er at vita, hvat ein tekur við sær, tá ein fer heilt til Gøtu. Fyrstu hjálpskassa ella Føroya bjór kassa? Primus ella mikro ovn? Havi verið til arbeiðis allan dag og eri heldur móð. Men tankin um alt tað spennandi, eg havi í væntu ger meg vakna aftur. Bilurin er sjálvandi horvin, so panikkur kemur í meg eina løtu. Ein hálvan tíma seinni eri eg ávegis, bilurin kom afturíaftur. Leiðin gongur fyrst til Saksunar, har systkina-barnið situr og bíðar. Hon hevur atgongumerkini og tjaldið og var sjálvandi klár langt árenn meg. Ergri meg eitt sindur, at eg ikki havi fingið fyrstu nøvnini við. Komnar til Gøtu fara vit beint á tjaldingarøkið at seta tjaldið upp. Har sita tvær gentu og halda kontroll. 50 kr fyri at tjalda allan festivalin. Tað má man siga, er rættiliga lítið. Atgongd til brúsu og ves - meir enn turistarnar, eftir B.T at døma, fáa, tá teir tjalda her í Føroyum. Og tey gjalda sikkurt tað tví-falda fyri bara eina nátt. Jú, hetta var fínasta slag! Fitt var sett upp av tjaldum longu. Onkur situr uttanfyri á einum ásettum ølkassa, og er smátt byrjaður at fáa upp í høvdið. Vinirnir við - har rópar ein inni frá tjald-inum, og hin triði gongur og murrar okkurt lag, ilt at siga hvat. Fólkini, ið tjalda, eru í yngra lagi, halda vit, men gott tað sama. Tjaldið kom upp at standa, er kanska eitt lítið sindur skeivt, men vit kunnu altíð skylda upp á lendið. Tað líkasum hellir eitt sindur... Tá vit fara inn í tjaldið við soviposunum, verða vit varar við ein heldur løgnan deym. Súrhoyggj!!
Komnar oman á sandin, er konsertin við Glorybox júst endað. Las í Sosialin-um í gjár, at tey ikki vóru so góð, so eg uggi meg við, at kanska mistu vit ikki so nógv har. Eivør er fyrsta navnið, eg upplivi. Hon er, sum hon plagar at verða. Góð! Super! Onkur segði einaferð í einum ummæli, at tað finst bara ein Eivør. Tað er so satt, sum tað er sagt. Veðrið var heilt gott eisini, og ein heilt serligur dámur var á sandinum. Aldurnar hoyrdust væl gjøgnum tónleikin, og hetta var ein heilt romantisk uppliving, at hoyra mjúku røddina á Eivør, gittaran og kontrabassin úti í hesum vakra staðið. "Hoyr aldur-nar!" og " Eg eri virkuliga stolt av hesum festivalin-um," segði Eivør millum sangirnir, og hetta hevur hon alla orsøk til at verða. Hennara gleði smittaði, og fólk sótu ella stóðu sum til andakt og lurtaðu. Hetta lovar heilt gott, helt eg.
Høgir hælir og skipstroyggjur
Synd at siga, at her eru nógv fólk, men fitt er í hvussu so er, um ikki fult. Og tey fólk, ið har eru! Har gongur onkur í høgum hælum og fínum stási, og eg føli meg heilt giggutan í mínum hvítu treningsskóm og regnjakka. Royni at bora skógvarnar niður í sandin. Man verður tó skjótt varur við, at her als ikki bara eru fín fólk. Her eru fólk í praktiskum pedagog/turist klæðum, og so eitt ótal av punkaratypum: gentur, ið royna at líkjast Kelly Osborne, og dreingir við svørtum málaðum um eyguni. Hugaligt! Helt ikki hesi eksisteraðu í Føroyum. Hesi seta ein heilt serligan dám á festivalin. Ikki á ein negativan hátt, tvørturímóti. Hvar munnu tey goyma seg til dagligt? Eg haldi tað verða virkuliga stuttligt at síggja, hvussu nógv ymisk fólk vóru har, og eri eins upptikin at eygleiða fólk, sum eg eri at lurta eftir tónunum. Har eru foreldur við børnum, studentar, útisetar, heilt ung, sum kanska vóru fyrstu ferð í konsert, eldri fólk... ja, har eru allar typur. Tjúkkar skipstroyggjur og summartoppar. Tuflur og sandalir - og hvítir treningsskógvar (gyyys!). Tiltakið hevur sanniliga lokkað øll til.
Spennandi marknaður
Aftan á Eivør, spáka vit okkum ein túr niðan í spæliplássið (lort heldur, nú sá eg heldur ikki Spælimennirnar! Hví skal ein arbeiðsdagur vara líka til kl. 4?). Har er ikki ólíkt einum gøtumarknaði í onkrum fjarskotnum landi, fólk hoppa og dansa til rútmurnar, ið teir báir trummuspælararnir úr Gambia fáa framm úr bongotrummunum. Konsertirnar eru soleiðis skipaðar, at tær smærru konsertirnar eru ímillum tær á sandinum. Eg helt, at tær fóru at vera í senn, og at man so mátti velja og vraka. Men á henda hátt, kann man lurta eftir øllum, um man vhevur hug til tess, og tað passar mær bara væl.
Og er nakað, ein ikki tímir at lurta eftir, so er eisini hugaligt at ganga og mala millum allar búðirnar, ið vóru á økinum. Har eru bæði sølubúir, matbúðir og ráðgeving. Alt millum ullint klæði til pylsur til vegleiðing frá MFS og Altjóða Skrivstovuni. Ein íslendingur situr í eina básinum. Hann spraymálar t-blusur og jakkar við føroyskum og íslendskum motivum, og hetta sæt út til at ganga sum heitt breyð. Eisini hevur hann fløgur við Rúnar og Úlpa, ið luttaka á festivalinum, til sølu. Í búðunum fæst G-suppa, G-krúss, G-blusur og eisini mótaklæði og turrur fiskur! Og í "Hoyggjhúsinum" kann ein keypa ein bita við skerpikjøti ella rullupylsu.
Nú byrjar næsta konsertin og vit skunda okkum oman aftur á sandin. Xploding Plastix eru heilt serligir. Framúr góðir, haldi eg sjálv. Við teirra elekøtroniska, stundum drumbass-kenda, stundum hiphop-kenda tónleiki, seta teir ein heilt annan dám á Gøtusandin. Her kemur meira lív í fólk. Synd at siga, at nógv dansa, men onkur er so! Onnur standa hugtikin og eygleiga ljós- og roykshowið og annars bara lurta. Vit hava keypt grøn atgongumerki, so tað stendur okkum frítt at fara til dansirnar aftaná. Hvørgin okkara tímur at lurta eftir Hatespeech, og Frændir kann man altíð síggja. Havi latið mær fortalt, at mestum bara heilt ung fara í mentunarhúsið, har Frændir spæla, so vit sleppa okkum bara aftur til tjaldið - og sovna beinanvegin.
Í tjaldinum
Ilt at siga, at man svav alla náttina, men tað veit man, tá man fer til eitt slíkt tiltak, at man svevur lítið og onki. Tað kann man gera, tá man er heimafturkomin. Ótrúligt at vit skuldu verða so móðar, men nú hevði verið arbeiðsdagur, og vi høvdu, hóast alt gingið og válað síðan kl 19.
Eg eri vaknað fleiri ferðir í náttini. Onkur hevur sett seg at syngja. Tá eg hyggi út, síggi eg, at tað er tómt uttanfyri, Fólk hava sett seg inn í tjaldini at hugna sær. Tað er eisini heldur tokut og tað sirmar. Eg leggi meg bara aftur. Og syngi við - innantanna. Tað tykir mær ikki, at har er tann stóri felagsskapurin á økinum. Fólk mestum passa seg sjálvan og eru sum so eisini komin bólkum, og tá hevur man ofta lyndi til at vera minni uppsøkjandi. Nú vóru vit sjálvar eisini farnar í song, tá hini fóru í dans, so kanska tí kennast vit ikki við okkara felags tjaldarar. Har vóru ikki so nógv, sum tjaldaðu. Eg hevði roknað við fleiri. Og hevði eisini væntað, at tað fór at verða stuttligari. Ikki tí. Beinta og eg hava haft tað mikið hugnaligt saman, og eg sigi ikki, at hini vóru asosial ella at vit vóru tað. Men nú er stemningurin bara so, og er var eisini í lagi. Tað hoyrist í hvussu so er, at fólk hugna sær. Tíðum verður sungið og flent. Onkur hevur ghettoblastara við, onkur fríggjast og onk-ur skeldast. Har var, líka sum á sandinum, eitt sindur av hvørjum.
Tað oysir niður tað mesta av fyrrapartinum, so vit verða bara sitandi inni í tjaldinum. Har er heldur ikki nakað at fara til sum so, men tá tað slítur í, faru vit til gongu til Norðagøtu, har stevnan skuldi verða. Har er lítið og onki á staðnum: ein fótbóltsdystur við nøkrum fáum áskoðarum er byrjaður og go-cart til børn er beint við vøllin. Har er onki fólk at síggja nakrastaðni; helst er tað veðrið, ið heldur fólki innandura í dag, men vit tíma ikki at sita í tjaldinum meir, so ístaðin spáka vit okkum aftur til Syðrugøtu. Har eru heldur ongi fólk! Og allar búðirnar eru stongdar. Inn aftur í súrhoyggjatjaldið, sum nú er farið at leka, at eta ein bita
Barnakonsertir og fólkatónar
Fyrsta konsertin byrjar kl 15, og tað tyktist heldur leingi at bíða eftir, at okkurt skal henda. Og tað er ikki eingong tí vit eru vaknaðu so tíðliga. Tá man svevur í tjaldi, er tað ikki tað mest hugaliga at leggja seg aftur tá klokkan er blivin 10. Tað er jú bæði kalt og nú vit vóru eisini farnar í song kl 1. Vit fóru út at spáka um 13-tíðina, og sjálvt tá var onki at síggja. Eftir mínum tykki kundi okkurt gott verið at farið til árenn kl 15. Tað er ikki so nógv at sova har til annars, tí tá kann man heldur bara fara heim og koma aftur, tá konsertirnar byrja. Men eftirsum tað ikki sá út til, at onnur vóru farin út at leita sær eftir onkrum at takast til, eru kanska ikki nógv, ið eru einig við mær í hesum.
Børnini sita trøllbundin og lurta eftir barnaløgum hjá Alexandur Kristiansen. Flestu løgini kenni eg frá mínum barndómsárum, og tá løg frá "Syng bara við" koma fyri, veri eg heilt sentimental. Hevði eg bara verið lítil nú. Børnini hugna sær, og tey vaksnu standa eisini hugtikin og lurta. Onkur hevur sett seg á sandin og henda konsertin er heilt vist ein hugnalig byrjan uppá dagin.
Nógv gott er at hoyra henda leygardagin, bæði Enekk, ein svenskur fólkatónleikari, Pär Sörmann og Gestir eru millum nøvnini á dagsskránni. Fólkatónleikur er nú so hugnaligur, so mær dámar væl at hoyra bæði Enekk og sviðan í tí svarta hattinum. Hann syngur løg eftir unga svenska yrkjaranum, Dan Andersson, og har fylgir ein lítil søga við hvørjum lagi. Ein rættur troubadurur! Stundum kemur munnharmonikan framm, og eina vanliga harmoniku hevur hann eisini. Hetta fellir ikki ordilliga í mín smag, eg orki ikki fyri harmoniku. Tað er mær ov sjómansvísukent. Heldivís eru tað ikki so nógv sjómansløg, hann spælir, og tá hann so trívir í tvær skeiðir og fer at spæla upp á tær, hvørvur myndin av Skipper Labskov aftur úr høvdinum - takk og lov! Gittarin er nú tað, hann brúkar mest, og eg haldi, at hann dugdi rættiliga væl at skapa ein hugnaligan dám henda seinnapart. Øll ljóðførðini spælir hann sjálvur, og mær dámdar væl tekstirnar.
Upptakt til endabrestin
Nú var eg ikki í Føroyum, tá Prix Føroyar vóru í ár, so eg hevði ongantíð hoyrt Gestir spælt. Men mær dámar ógvuliga væl teirra framførðslu. Duga nú ikki so væl at fáa lív í, men tann tónleikurin, teir spæla er heldur syrgin ella dapur. Teir syngja virkuluga væl, og løgini eru meira nakað, man setur seg niður at njóta. Røddin á sangaranum passaði væl inn í alduljóðið og tað ger onki, at mjørkin liggur tjúkkur.
Pete & Brian sá eg ongantíð. Á veg niðan á spæliplássi, hitti eg nógvir kenningar, og skuldi líka inn at hyggja eftir spraymálaðum blusum, og árenn eg visti av, vóru Úlpa byrjaðir niðri á sandinum. Úlpa samsvarar væl við Gestum. Alternativur punk ella indie rokkur er tað nærmasta, eg kann koma uppá at bólka genruna í. Løgini eru nokkso fjølbroytt í stíli, so ilt er at seta fingurin á, hvat tað er, teir spæla. Eg veit bara, at tað riggar væl. Teir eru stuttligir og duga væl at upptraðka, hóast mær ikki dámar øll løgini. Sangarin virkaði fittur og fyrikomandi, og sær mestum út, sum hann var grivin upp úr ?70unum - uppá tann coola mátan altso. Seinni um kvøldið hoyri eg eina snjalla gentu reypa, at "eg havi tosað við sangaran úr Úlpa!" So hatta hevur heilt sikkurt verið nakað fyri tær ungu punkaradiddurnar. Mær dámar stakval, at hann tosar við áskoðararnar á íslendskum. Vit norðurlendingar eiga at kunna skilja hvønn annan uttan at skula yvir til enskt. So gita, um eg irriterist, tá ein fullur rópar "Tosa eingilskt!" upp í móti pallinum?? Arghh!
Tað, sum eisini er so stuttligt við at hava ein festival á so lítlum staði er, at man altíð sær fólkini aftur. Og tey fáa frið, tónleikararnar. Manningin úr Úlpa eru til staðar millum áskoðararnar til flestu konsertirnar, og sama við manningini úr Clickhaze. Stuttligt! Havi næstan hug at siga "Halló, Eivør! Gongur, Petur?", men eftirsum eg ikki kenni tey, er nokk best at lata vera.
Vit koma niðan á spæliplássið hesuferð, tá Øssur og Hjalti eru at síggja. Eg royni at sannføra Beintu um, at teir ikki eru byrjaðir enn, at teir eru í ferð við at stemma ljóðførini. Men hon hevur rætt, hetta ER tað, teir spæla. Vit eru skjótar avstað aftur. Eg kann viðmerkja, at hóast mær ikki dámar tað er gott, at slíkur tónleikur eisini er við - onkrum dámar tað, og á einum slíkum tiltaki skal vera okkurt fyri øll. Eg fari heldur inn á hugnaliga hoyggjhúsið, at fáa mær ein bita við skerpikjøti og eina kalda øl. Har er virkuliga hugnaligt inni. Tey hava ikki innrættað gróthúsið til eina smarta café, men hava stilla eitt borð inn, har man kann fáa sær drýl við viðskera, marmorkaku, øl, te og kaffi. Dimmar lampur eru uppi og ein kann antin sessast á bonk framvið veggjunum ella uttanfyri, har borð eru stillað. Hugnaligt - og føroyskt.
Endabresturin
Vit fara so oman á sandin at hoyra Bomfunk MCs. Ongin okkara væntar nakað av hesum, men av tí at teir eru so stórt navn, vilja vit sleppa at síggja teir. Nú hava longu ummæli verið av konsertini, so uttan at fara í detaljur, kann eg siga, at tað var langt yvir, hvat vit høvdu væntað. Sangarin /rapparin er meistari í at fáa fólk við, og framførslan er av besta slagi. Dansararnar eru frammúrskarandi, og tað er ein fragd at uppliva, hvussu lívlig fjøldin verður. Heilt fá eru, sum ikki dansa.
Stórur mótsetningur er, at fara frá dance/beat rútmunum á sandinum, niðan á spæliplássið, har Hanus bíðar við gittaranum. Vit sessast, og kunnu líkasum koma niður á jørðina eftir hesa lívligu konsertina. Men Hanus er besemt ikki lívleysur. Har er ordiligur futtur í honum. Eg frøðist, tá hann trívir í løg gømlu kenningarnar - og eisini at hann hevur okkurt nýtt at bjóða uppá hesuferð. Sum altíð tosa hann við áskoðararnar, tá tey rópa til hans-ara, heldur enn at lata sum onki. So vanligur í verumáta, og tó ein røtt legenda her á klettunum. Ongantíð vóru meira fólk á spæliplássinum enn til hesa konsertina. Øll sungu við, og tað gav eitt heilt gott ljóð, at hoyra fjøldina í bakgrundini, ímeðan hann sang "Saknur", "18" og aðrir klassikarar. Alt ov sjáldan er tað, at vit síggja Hanus. Lagið er heilt gott á honum í kvøld. Hann flennir og trallar, og roynir seg enn tá við onkrum nýggjum løgum. Komin hálvan veg við einum skjaldri, minnist hann ikki tekstin og sigur "til helvitis við hasum!". Og vit flenna í kíki. Og klappa og rópa, so hann byrjar umaftur, og gjøgnumførir skjaldrið. So óhátíðarligur at man kann ikki annað enn elska hann. Tað kemur týðiligt framm, tá hann nú er á pallinum, at saknur er í honum. Vit vilja vit ikki sleppa honum aftur. Allatíðina verður biðið um ein afturat, og neyðardýrið sleppur næstan ikki av pallinum aftur. Hann roynir at umbera seg við, at nú bíða tey niðri á sandinum við næstu konsert, men har er ongin góða mamma. At enda byrja Clickhaze bara niðri á sandinum, so vit mugu renna oman. Alt endar jú kl 12, so høvdu tey ikki byrjað høvdu vit ikki hoyrt tey yvirhøvur. So gott tað sama.
Clickhaze geva eisini eina góða framførslu. Synd at tað ikki eru stundir til meir enn eini 4 løg. Men tey sluppu jú ikki at byrja fyrr. Eg saknaði "Indigo Brow", sum tey vunnu Prix Føroyar við í 2001, men harímóti spældu tey "Daylight", sum eftir mínum tykki, er teirra besta lag. Ein sera góð framførðsla, men heldur stutt.
Eitt, ið var øgiliga stuttligt var, at teir báðir trummuspælararnar úr Gambia spældu við til fyrsta lagid. Gestir sungu eisini eitt lag. Hetta haldi eg, sendir eini positiv boð frá pallinum. Hetta er ikki nøkur kapping um, hvør er besta navnið. Fólk samstarvast, og tað, at tað eru bond ímillum Gøtu bólkarnar vísir eisini stuðul heldur enn at Gestir og Clickhaze skuldu verið rivalar um Prix heiðurin.
Clickhaze enda, sum sagt, øgiliga brátt. Heri úr Barometrinum, sum annars dugur væl at verða vertur, er ikki serliga populerur, tá hann trínur út á pallin. Fólk vilja hava eitt eykalag, klappa og rópa. Og ei undur í, nú hava hini givið eyka-løg, og Clickhaze er ikki eitt navn, man bara kutar av soleiðis. Men eftirsum klokkan err blivin 12, bleiv tað bara so. Skráin skal haldast.
Gøtu/Leirvíkskórið trívur í sang, og var tað heldur ørvísi at hoyra kórsang, eftir alternativa tónleikin, ið hevur verið at hoyra á festivalinum. Men ikki ópassandi. Tobbi (Tórbjørn Jacobsen) røðar, og, sum vant, er ongin endi á røðuni. Ikki tí tað bilar. Tað er ein undirhaldandi og góð røða, fyrst ein heilsan á enskum til útlendsku gestir-nar, og síðan á føroyskum. Eftir hetta er fýrverk at síggja. Vakurt! Og ein hátíðarligur endi á ein framúr góðan festival.
Epilog
Aftan á felagssangin (ella rættari mitt í felagssanginum), sleppa vit okkum aftur til tjaldið. Royna at finna út av, um vit skuldu fara í Mentunarhúsið ella høllina í Kamsdali, ímeðan vit hvíla beinini. Men tað tykist heilt skeivt at fara í dans nú, vit hava fingið eina so hátíðarliga og konkluderandi løtu á sandinum. Tað er, sum um tað ikki eigur at halda áframm eftir felags-sanging. Komnar inn í tjaldið eru soviposar og undirløg eisini dýggjvát! Til alla eydnu eru vit báar edrúar, so í myrkrinum fara vit í holt við at pakka tjaldið saman. Vit eru ikki meir enn komnar í bilin, tá tað fer at oysa niður! So vit gjørdu rætt í at fara. Í bilinum tosa vit um festivalin. Vit eru báðar vælnøgdar, og hava longu avgjørt at fara aftur á G! í næsta ár.
Onkur hevur tikið til, at hetta tiltakið hevur verið ov Gøtu-pregað. Nú erso statt, at tey hava nógv gott at bjóða av tónleiki í Gøtu. Tey hava bæði Enekk, Clickhaze og Gestir. Í staðin fyri at øvunda tey, burdu vit sakt, at tey hava saktans orsøk til at vera errin, eg eri eisini errin av teimum, at tey fingu slíkt tiltak í gongd. Um "G" sendur fyri Gøtu, Grót ella okkurt heilt annað, tað var í øllum førum gott. Tað er fínt, at vit hava ein rættan festival í Føroyum.
Eitt, ið eg helt vera løgið var, at fólk ikki høvdu hug at vera verðandi á staðnum. Nógv komu bara til eina-tvær konsertir, og hetta er eisini ein fínur møgulleiki, at tey, sum ikki hava tíð ella hug at brúka eitt heilt vikuskifti upp á tiltakið, kunnu koma ein av døgunum. Men tá eg so hoyrdi, at Platform í Havn hevði verið proppað, og at fólk heldur fóru til Havnar aftur at ballast, var eg næstan flóv av at vera havnarfólk. Ger tað nakað, at ikki alt fyrigongur í høvuðsstaðnum? Eitt er, at man ikki er til alternativan tónleik ella at man ikki hevur tíð at fara á festival. Og fólk mugu sjálvi um, hvar tey fara í býin, ella um tey fara í býin yvirhøvur. Men álvaratos, eg helt tað verða rættiliga keðiligt, at man skal vera SO eginkærur.
Eitt lítið ráð er, at kanska hava okkurt meira popput við í næsta ár. Ikki at broyta stílin, ið hevur verið har í ár, men at hava okkurt afturat tí. Nú var ætlanin at hava eitt sindur til øll har, men hóast mær dámdi væl skránna, kundi hon verið eitt sindur meir fjølbroytt. Pætur við Keldu segði í Degi og Viku mánakvøldið, at hann saknaði okkurt meira popput, men legði afturat, at tað kanska ikki gjørdi nakað, at ein slíkur festivalur fekk ein ávísan stíl. Eg má siga, at hóast Pætur og eg neyvan lurta eftir sama tónleiki, var eg einig við honum. Skal tað verða ætlað til øll, kann tað vera meira fjølbroytt. Men skal G! harafturímóti verða ein sokallað "alternativ scena", var tað ein fín skrá, ið løgd var framm. Tað veldst alt um, hvat tað er, fyrireikararnar vilja við festivalinum.
Takk til fyrireikararnar fyri eitt framúr gott hugskot, eina spennandi tónleikaraskrá og saman-umtikið ein virkuliga fínan festival. G!!