Tað er blivin ein ringur vani hjá Høgna Hoydal at kalla tey fyri lygnarar, hann er ósamdur við. Tað ber snøgt sagt ikki til at hava aðrar meiningar enn hann, so rópar hann "Lygnari!", men sjálvur er hann reinur sum nýsleiktur kálvur.
Sum ikki einaferð kallar hann meg fyri lygnara nú í einum aftursvari til ein greinastubba, eg skrivaði um ágangin móti arbeiðarafeløgunum, sum eru í verkfalli, eisini frá tjóðveldismonnum.
Høgni kann sjálvsagt vera ósamdur - tað er jú ein politisk meting - men tað er tíverri ikki nøkur lygn, at Tjóðveldið stingur arbeiðarafeløgini í ryggin við sínum atburði hendan síðsta mánaðin. Eg nevndi sum dømi m.a. atburðin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, skrivingina hjá formanninum í Unga Tjóðveldinum og skrivingina hjá tjóðveldisblaðnum Fregnum.
Høgni sigur at eg lúgvi, tá eg sigi, at hann hevur kallað lønarkrøvini ábyrgdarleys. Men tað var ikki tað eg skrivaði. Eg skrivaði at hann "gevur sínum landsstýrismanni sín fulla stuðul, tá hesin fer í part við arbeiðsgevarunum og kallar lønarkravið hjá arbeiðarafeløgunum ábyrgdarleyst". Tað er tíverri ein sannroynd, at nú Karsten Hansen hevur verið í andglettinum, hevur Høgni fleiri ferðir givið Karsteni sín fulla og treytaleysa stuðul, ja róst honum til skýggja.
Høgni sigur at eg lúgvi, tá eg sigi at Tjóðveldið hevur blakað ábyrgdina fyri fyrsta sjúkadegi frá tí almenna yvir til fakfeløgini og arbeiðsgevarar at berjast um. Hann sigur at teir við lóg hava álagt arbeiðsgevarum at gjalda henda fyrsta sjúkadagin. Veruleikin er, at bæði sambært fakfeløgunum og arbeiðsgevarunum elvir hetta til øktar trupulleikar í samráðingunum, tí tá ið arbeiðsgevarar júst hava fingið álagt eykakostnaðin av fyrsta sjúkadegnum, vilja teir sjálvsagt royna at draga tað innaftur í lægri lønarkostnaðum. Við tí úrsliti - sum eg skrivaði - at uppaftur størri munur verð-ur millum partarnar.
Tá ið Høgni hevur roynt at vart seg og flokkin, nú teir eftir 5 ára samstarvi eru etnir upp av Fólkaflokk-inum, hevur hann víst til tann verkamanna- og fiskimannaflokkin, sum Tjóðveldisflokkurin var í 50-unum. Høvdu teir heldur tikið tann tráðin uppaftur, enn verið so upptiknir av at føra góðan fólkaflokspolitikk, so høvdu aðrir tónar veri at hoyrt frá Tjóðveldisflokkinum í hesum døgum.