floksformaður, at greiða sínum floksfeløgum frá samgongusamráðingunum og ætlanunum frameftir. Sum skilst fer hann at siga, at undir verandi umstøðum hevði flokkurin ikki annað val enn at fara í samgongu [...] Kennedy sigur, at hann vildi heldur havt eina samgongu við arbeiðaraflokkin, tí hann er bangin fyri, at liberaldemokratarnir verða settir til viks í teirri nýggju stjórnini. Hann sigur eisini, at nógvir fl
segði hann við niðurlendska sjónvarpið, at tann íslendski Landsbankin var á veg á húsagang, og at teir niðurlendingar, sum høvdu sett pengar í Icesave, fóru neyvan at fáa sínar pengar aftur. Fyrrverandi [...] Heemskerk, sum er fyrrverandi aðalstjóri í niðurlendska stórbankanum Rabobank, heldur ikki, at íslendingar eru førir fyri at rinda tað, sum íslendska ríkið skyldar Niðurlondum í sambandi við Icesave-bankan. Bert [...] bankastjórin sigur við sjónvarpið RTL, at íslendingar megna ikki at rinda Niðurlondum Icesave-skuldina, tí upphæddin er ov stó fyri tann íslendska búskapin.
fyri at mótmæla teirri stóru spariætlanini hjá stjórnini. Ignacio Fernandez Toxo, sum er formaður í fakfelagnum CO, ið er tað størsta í Spania, segði í dag, at hansara limir fara eftir øllum at døma í [...] hevur longu boðað frá, at tað fer ætlandi eisini at leggja arbeiðið niður. Hóast bara 16 prosent av teimum sponsku løntakarunum eru limir í fakfeløgum, fer eitt aðalverkfall at raka samfelagið meint, skrivar [...] í verkfall fyri at mótmæla tí, sum hann kallaði høgravendur búskaparpolitikkur. CO-formaðurin vildi ikki siga, um talan verður um ein 24 tíma arbeiðssteðg, ella um veruligt verkfall. Tað næststørsta fakfelagið
urin sigur, at tann fyrsti tropiski stormurin í summar hevur tikið seg upp har vesturi í Karibia, og at hann kemur inn í Meksikoflógvan seinni í dag. Amerikanska sjóverjan stúrir fyri, at illveðrið kann [...] kann fáa oljuna at breiða seg enn meiri, og at meiri olja fer at reka inn á strendurnar í statunum Louisiana, Mississippi, Alabama og Florida. Oljan kann fáa serliga álvarssamar avleiðingar fyri Florida [...] draga ikki ferðafólk til sín. Oljulekin hjá BP byrjaði tann 20. apríl, og enn hevur tað ikki eydnast at tetta lekan.
fleiri av teimum longu rutunum hjá SAS er so stórur, at felagið hevur gjørt av at økja fráferðirnar. Tað ber millum annað í sær, at felagið fer at hava fleiri ferðir til New York, Chicago, Bangkok og Dubai [...] Robin Kamark, undirstjóri í SAS, sigur við DR, at eftir afturgongd í hálvt annað ár hava fólk aftur fingið hug at ferðast. Tí hevur felagið gjørt av at økja fráferðirnar úr Keypmannahavn og Stockholm
einum túr í Dysjarnar - um veður verður til tess. Á Sandi vóna tey, at tað fer at viðra í ár at sleppa í Dysjarnar. - Ætlanin er at ganga frá vatnbrunnunum í Sandarhaga kl. 10:30, framvið Mølbursvatni [...] Kunningarstovu, har tey eisini siga, at talan er um ein miðaltungan túr. Av Endanum verður farið oman í húsini undir Borgini at fáa okkum súpan, kaffi og pannukøkur. Til ber at melda seg til túrin hjá Sandoyar
gjár, at kubansku myndugleikarnir eru gingnir við til at lata 52 politiskar fangar leysar. Fimm verða latnir leysir beinanvegin, og hinir 47 sleppa leysir teir næstu mánaðirnar. Eygleiðarar halda, at avgerðin [...] avgerðin at lata fangarnar leysar hevur samband við, at spanski uttanmríkisráðharrin, Miguel Angel Moratinos, hevur verið í Kuba og tosað við forsetan, Raul Castro. Talið á politiskum fangum í Kuba er nógv [...] Ein mannarættindafelagsskapur, sum felgir við viðurskiftunum í Kuba, sigur, at í løtuni eru 167 politiskir fangar í Kuba, og at tað er tað minsta talið síðani kollveltingina í 1959. Fyri einum ári síðani
bløð at bera seg. Men Petur Mohr Reinert, sum eisini var við at stovna Vikublaðið á sinni, sigur, at tey eru sannførd um, at tørvur er á eini ókeypis vikublaði. Blaðið kemur fyrstu ferð út aftur longu [...] út, fara nú at royna seg av nýggjum. Blaðið, sum kom ókeypis í hvørt hús, fór í søguna, men nú verður so enn ein roynd gjørt. Tað er onki dulsmál, at tað hevur gingið ómetaliga strilti at fáa ókeypis bløð
kapurin OECD hevur góðar vónir um, at Spania fer at fóta sær búskaparliga, soleiðis at landið sleppur burtur úr kreppuni, sum tað nú er í. OECD leggur tó afturat, at spaniumenn mugu dragast við umfatandi [...] hagtølini vøkstur. Men tað er langt á mál. Arbeiðsloysið liggur um 20 prosent, og tað fer at taka langa tíð at fáa tað niðuraftur, sigur OECD. [...] umfatandi tiltøk fyri venda búskapargongdini, og felagsskapurin rósar stjórnini í Madrid fyri at hava tikið týðandi stig tann rætta vegin. Enn eru fleiri broytingar eftirat fremja - eitt nú á arbeiðsmarknaðinum
við samgonguna. Í álitinum frá teimum báðum tjóðveldisumboðunum verður sagt, at tey eru serliga fegin um, at tað hevur eydnast at fáa pening til havrannsóknarskip og til Tjóðpallin. 25 milliónir eru avsettar [...] Umboðini fyri Tjóðveldi í fíggjarnevndini siga seg serliga fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa pening til havrannsóknarskip og Tjóðpall á fíggjarlógina. Umboðini fyri Tjóðveldi í fíggjarnevndini - [...] ðini siga seg vóna verður detailprojekterað soleiðis, at kjølurin kann verða strektur fyri ársskiftið 2011/2012. 5 milliónir eru settar av til at smíða nýtt tjóðleikhús til Tjóðpall Føroya.