Katólska kirkjan í Kuba upplýsti í gjár, at kubansku myndugleikarnir eru gingnir við til at lata 52 politiskar fangar leysar. Fimm verða latnir leysir beinanvegin, og hinir 47 sleppa leysir teir næstu mánaðirnar.
Eygleiðarar halda, at avgerðin at lata fangarnar leysar hevur samband við, at spanski uttanmríkisráðharrin, Miguel Angel Moratinos, hevur verið í Kuba og tosað við forsetan, Raul Castro.
Talið á politiskum fangum í Kuba er nógv minkað. Ein mannarættindafelagsskapur, sum felgir við viðurskiftunum í Kuba, sigur, at í løtuni eru 167 politiskir fangar í Kuba, og at tað er tað minsta talið síðani kollveltingina í 1959. Fyri einum ári síðani vóru teir politisku fangarnir 201 í tali.










