Umboðini fyri Tjóðveldi í fíggjarnevndini siga seg serliga fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa pening til havrannsóknarskip og Tjóðpall á fíggjarlógina. Umboðini fyri Tjóðveldi í fíggjarnevndini - Annita á Fríðriksmørk og Tórbjørn Jacobsen - hava gjørt semju um fíggjarlógina við samgonguna.
Í álitinum frá teimum báðum tjóðveldisumboðunum verður sagt, at tey eru serliga fegin um, at tað hevur eydnast at fáa pening til havrannsóknarskip og til Tjóðpallin.
25 milliónir eru avsettar til havrannsóknarskipið, sum tjóðveldisumboðini siga seg vóna verður detailprojekterað soleiðis, at kjølurin kann verða strektur fyri ársskiftið 2011/2012.
5 milliónir eru settar av til at smíða nýtt tjóðleikhús til Tjóðpall Føroya.