SAS økir virksemið

Áhugin fyri fleiri av teimum longu rutunum hjá SAS er so stórur, at felagið hevur gjørt av at økja fráferðirnar. Tað ber millum annað í sær, at felagið fer at hava fleiri ferðir til New York, Chicago, Bangkok og Dubai.

Broytingin kemur í gildi í oktober.

Robin Kamark, undirstjóri í SAS, sigur við DR, at eftir afturgongd í hálvt annað ár hava fólk aftur fingið hug at ferðast. Tí hevur felagið gjørt av at økja fráferðirnar úr Keypmannahavn og Stockholm.

Samstundis er SAS farið í samstarv við Continental Airlines um rutur til 19 býir í USA, Kanada og Suðuramerika. Frammanundan hevur felagið samstarv við United Airlines um aðrar rutur.