Sandoyingar fara í Dysjarnar sunnudagin

Sunnudagin 8. august skipar Sandoyar Kunningarstova fyri einum túr í Dysjarnar - um veður verður til tess.

Á Sandi vóna tey, at tað fer at viðra í ár at sleppa í Dysjarnar.

- Ætlanin er at ganga frá vatnbrunnunum í Sandarhaga kl. 10:30, framvið Mølbursvatni og niðan á Endan, har vakrasta útsýni er oman í Dysjarnar og út yvir Gulansboga, sigur tey av Sandoyar Kunningarstovu, har tey eisini siga, at talan er um ein miðaltungan túr.

Av Endanum verður farið oman í húsini undir Borgini at fáa okkum súpan, kaffi og pannukøkur. Til ber at melda seg til túrin hjá Sandoyar Kunningarstovu áðrenn fríggjadagin 6. august kllokkan 12.